Hey tann mega forelskaða gentan!
Takk fyri títt bræv!
Tú skrivar, at tú hevur eitt mega stórt problem. Eg kann ímynda mær, at tað er ein blandað kensla at vera forelskað í einum dreingi, sum hevur eina damu.
Eg haldi ikki, at tú ert ónd, hóast tú hevði ynskt at tað kundi blivið tú og hasin drongurin. Tað er jú bert tankar. Eitt annað er, um tú beinleiðis hevði gjørt okkurt, fyri at fáa tey bæði at gera tað liðugt…. tað hevði nokk ikki verið so smart.
Tú spyrt hvat tú skalt gera. Svarið frá mær til tað er heilt stutt: tú kanst einki gera!
Tú kanst ikki gera annað enn góðtaka at hini bæði hava valt at ganga saman. Tú kanst ikki fáa hann at velja øðrvísi – tað er nemliga hansara avgerð. Tað er ringt at vera í tínari støðu, og ikki at kunna vera saman við tí persóninum sum man er forelskaður í. Men tíverri kanst tú ikki gera annað enn at góðtaka hansara val.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin