Tann, ið vil hava sex við einum drongi

Spurningur: Er tað alt ov ungt at hava sex, tá man er 13 ár og ikki hevur menstratiónina, tí mín sjeikur vil hava sex, og eg vil eisini hava tað, men mínar vinkonur vilja ikki hava tað, ella tær siga, at vit eru alt ov ungar. Er tað ov ungt at banna,  tá man er 5 ár, tí mín systir vil vita tað??????

Góða tú, sum vil hava sex við einum drongi!
Fyrst vil eg svara spurninginum, um tú ert ov ung til at fara í song við einum drongi. Ì Føroyum er ein lóg, sum sigur, at kynsligi lágaldurin er 15 ár. Tað merkir, at ein ikki hevur loyvi at fara í song saman fyrr enn bæði eru 15 ár. Lógin er fyri at verja ung ímóti at fara í song saman ov tíðliga.
Tá man fær menstratión, merkir tað, at man er kynsbúgvin og kann blíva við barn. At fara í song saman skal vera nakað, ið man sjálvur vil og ikki kennir seg noyddan til. Tað er umráðandi at man innast inni kennir seg kláran til at taka hetta stigið.
Tú kanst lesa meira um hetta og ymist annað undir teiginum EG & LÍVIÐ. Har kanst tú fara inn á evnini “at vera tannáringur” og “kynslívið”.
Spurningurin um systir tín er ov ung at banna: At banna er sum oftast ein ringur óvani, sum vaksin hava, og tískil fara børn at banna, tí tey vilja vera líka sum tey vaksnu.
Tú, sum stórasystir kanst velja at vera ein góð fyrimynd fyri tína lítlusystir og vísa henni, at tað als ikki er neyðugt at banna, tí tað finnast fleiri onnur kool orð at siga, sum ikki eru banniorð.

Blíðar heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin