takk

Spurningur: Heej.
Vil bara gjarna siga 1000 takk fyri heimasíðuna. Hon hevur hjálp mær nógv. Eg havi tað eisini nógv betur nú, og nú veit eg, at tað er ikki bara eg sum havi tað ringt. Hvis tit ikki høvdu gjørt heimasíðina, so hevði langt síðan gjørt enda á mær.
Men havi líka ein spurning: Tá ið tú ert undir 16 ár og skalt hava barn, kann man so sjálvur bestemma, um man vil behalda tað?

Góða genta!
Tað er gott, at henda heimasíðan hevur hjálpt tær. So sum eg skilji teg, hevur tú havt tað so mikið trupult, at tú hevur havt sjálvmorðstankar. Tað er gott at tú ert farin burtur frá tí, tí tað finst ein loysn uppá allar trupulleikar.
Tú spyr um ein sjálvur hevur rætt til at gera av, um man vil behalda eitt barn, tá man er undir 16 ár. Svarið til hendan spurning er eitt sindur fløkt.
Tá ein genta er so ung, tá hon gerst mamma, verður kannað, hvørjar møguleikar hon hevur fyri at uppala barnið, so at barnið kann fáa ein góðan uppvøkstur.
Tað verður mett, um gentan hevur familju, sum kann hjálpa og stuðla henni í at uppala barnið.
Um neyðugt fær gentan tilboð um hjálp og stuðul í at uppala barnið. Tað er ein sera stór ábyrgd at hava hjá einari gentu, sum er yngri enn 16 ár. Tí kann vera gott fyri bæði mammu og barn, at fáa tilboð um hjálp av ymiskum slag.
Um ein genta, ið er yngri enn 16 ár, vil behalda barnið, kann hon sjálv gera av, at hon vil behalda tað. Onnur kunnu ikki taka avgerð um, at gentan skal fáa  fosturtøku, ei heldur kunnu myndugleikar taka avgerð um, at gentan skal ættleiða barnið til onnur.
Um tú hevur aðrar spurningar til okkara, so ert tú vælkomin at skriva, kjatta ella tosa við okkum.

Blíðar heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin