Tær skeivu avgerðirnar

Spurningur: Hey! Eg havi tas ikki sirliga gott saman við mínari familju. Tað er ikki tí at okkurt er galið við familjuni, men problemi eri eg! Eg havi sjálvur eina serliga hending sum situr í høvdinum hjá mær nátt og dag. Ofta fri eg ikki sovi tí eg bert hugst um hetta. Hetta var um eina hending sum henda fyri skjótt 1 viku síðani. Mamma mín var farin tur og var a veg heim aftur, rg hevði verið úti og fór eisini heim. Tá eg næstan eri heima síggi eg mammu Mína ganga framman fyra meg. Eg kann gott vera eitt sindur herviligur og tað eri eg hesaferð :( Eg renni aftanfyri mamma mina og kløkki hana. Hon verður so kløkk at hon fer at gráta, eg veit ikki um hon help hon fór at vera tikin av onkrum, men tað virkaði so tí at hon grit og byraði at sláa meg. Eg segði so Við hana at tað bara var eg, men hon kom ikki vur tað beinan vegin. Tá ið vit koma inn velji eg at steingja meg inni í kamarinum og har stongdi eg meg resting av kvøldinum. tá ið eg hevði verið inni har í sirka 2 tímar kemur hon og bankar uppá, eg sigið ikki eitt orð. Hon roynir at fáa future í meg men eg svari ikki, hon Sigur umsíðir at hon ikki er ill innu meg, og at hon bleiv so kløkk tí hon hugsaði um arbeiði hjá sær. Men tað trúgvi eg ikki uppá. Vit eri nú ok aftur, men vit klemmast ikki og tosa ikki nakað serligt. Tað er ikki tí at vit Eru ill inname hvønn annan, men tí at eg eri bangin at tosa um tað sum hendi. Eg vil IKKI tosa Við foreldur míni og heldur ikki vitir mínar. So skjótt sagt havi eg organ at tosa við :( Eg var eitt sindur bangin fyra myrkri fyra men nú er tað blívið verri og eg síggi alla tíðuna fyri mær sum um tað er onkur maður sum reinur at taka meg. Eg eri eisini bangin fyri mammu og babba tá ið tel fara út. Nú folie eg meg so einsamallan og veit ikki hat eg skal gera. Feri at fia allar tankarnar vekk spæli eg sum oftast teldu ella hyggi á YouTube. Eg orki ofta rattuliga illa í skúla tí eg ikki fái sovi. Og eg føle meg heldur ikki so tryggan at ver saman við teimum. Eg fili tað sum um eg eri eitt sindur bangin og sum um tað slettis ikki eru mamma og pápi mín. Heat ska leg gera? ps. Sorry tað bleiv so langt

Góði drongur,

Takk fyri títt bræv!

Tað ljóðar sum tú og mamma tín vóru úti fyri eini óhepnari støðu, tí hvørgin av tykkum ynskti, at støðan skuldi gerast so ógvuslig sum hon bleiv: tú helt bara tað var stuttligt at arga við at hvøkka mammu tína og hon gjørdist sera kløkk, tí hon gekk í egnum hugaheimi og tískil reageraði hon eisini ógvusligari enn hon ætlaði og eisini ógvusligari enn tú hevði væntað. Mamma tín hevur síðani verið inni í kamarinum hjá tær og greitt frá, at hon als ikki er ill við teg, men at hon gjørdist sera kløkk, og tí reageraði hon so ógvusligt. Mamma tín hevur ikki ætlað sær at sligið út eftir tær í støðuni, men tá ein gerst kløkk/ur kann hetta henda sum eitt refleks, Hetta merkir, at ein reagerar uttan at náa at hugsa um tað. Eg lesi eisini, at tað tekur mammu tíni eina løtu til hon kemur yvir hendingina og tað er eisini vanligt, at ein líka hevur tørv á eini løtu til at koma yvir ein hvøkk og síðani er tað lættari at seta orð á kenslur og atburð.

Tú fortelur, at tú onki segði við mammu tína, tá hon kom inn til tín. Tað kann vera, at tað var trupult at seta orð á hvat tú føldi í tí løtuni. Soleiðis er tað ofta, tá ein verður yvirraskaður, kløkk/ur ella kedd/ur av eins egnu atferð ella eini støðu/hending. So kann ein gerast bergtikin av kenslum og tá kann tað vera trupult at siga nakað ella fortelja hvussu ein hevur tað. Tað kann eisini vera, at tað var ringt at forklára henni hví tú valdi kløkka hana og biðja um umbering. Kanska onkur av hesum tingunum gjørdi seg galdandi fyri teg í støðuni og um tað er, so hevði eg roynt at forklára henni/teimum tað.

Tá eg lesi títt bræv, leggi eg til merkis, at mamma tín er komin víðari frá hesi hending og hon faktisk livur akkurát sum hon gjørdi áðrenn. Mamma tín hugsar ikki stórvegis um hesa hending nú, hendingin ávirkar hana ikki í gerandisdegnum og hon virkar ei heldur til at vera bangin fyri at fara út ella ganga einsamøll. Av tí sama, so trúgva vit at mamma tín ei heldur, at tú hugsar um hendinga og hon væntar ikki, at hendan hendingin hevur havt so stóra ávirkan á teg sum hon hevur.
Hetta er torført hjá henni at vita, tá hon ikki veit hvussu tú hevur tað. Men eg lesi, at hendan hendingin hevur gjørt at tú svevur illa, og av tí sama hevur tú lítla orku at ganga í skúla. Tú ert ofta bangin um tíni foreldur, um tey fara út og tú følir ikki, at tíni foreldur og tú hava eitt tætt samband, tí tit ikki tosað so nógv saman. Tað, sum er hent, er, at hendan hendingin hevur fingið loyvið at fylla ov nógv í tínum lívið. Eg veit ikki um tú áður hevur roynt at havt tað soleiðis sum tú hevur tað nú, men onkuntíð kunnu vit koma at hugsað nógv um okkurt, sum er fari fram og so er tað, sum um okkara tankar blíva alt ov stórir og nógvir. Tá tankarnir gerast ov nógvir, kunnu teir gerast til stúranir, sum í tínum føri. Tá ein stúrir nógv, ávirkar tað lag, svøvn, okkara hug at eta ella vera saman við øðrum. Faktisk kunnu stúranir koma, tí  ein yvir-hugsar hvat tað var sum hendi, hví ein bar seg soleiðis at, hvat hini hugsað, hvussu tey eru aftaná, hví tey eru so o.s.fr. Og hetta meti eg er hent hjá tær.

Tað sum er umráðandi nú, er, at tú kanst koma burtur frá tonkunum um hesa hendingina og hugsa øðrvísi um tað sum hendi. Tað allar besta hevði verið, um tú kundi sagt tínum foreldrum ella bara onkrum vaksnum, sum tú hevur álit á, hvussu tú hevur tað, tí so kunnu tey hjálpa tær. Ella tú kanst vísa teimum títt bræv og mítt svar. Men tá tú skrivar, at tú ikki hevur hug til hetta, hugsi eg, at tú verður noyddur at royna at hugsa øðrvísi um hendinga, og hvørja ávirkan hon hevur havt á tykkum sum familju. Royn og spyr mammu tína, um hon nakrantíð hugsar um hendinga, kanska tað kann hjálpa tær til, at vita hvussu hon hevur tað nú við tí, sum hendi. Eisini mást tú kempa ímóti, at hesir tankarnir forða tær í at gera ting og tað hevði verið gott, at ikki sitið so nógv við teldu. Tá ein hevur ov nógvar tankar hjálpir ofta at røra seg, renna ein túr ella gera okkurt, sum fær ein at hugsa um okkurt annað: kanska spæla eitt spæl við foreldrunum, systkjum ella vinum. Royn eisini og bjóða tonkum av: hugsað, at hatta faktisk bara var ein bítt hending, sum bleiv verri enn hon skuldi. Hvørki tú ella mamma tín hevði hug at tað skuldi vera so. Ella sig tonkunum ímóti: ein bítt hending skal ikki hava loyvið at fylla so longi og so nógv, sum hon ger hjá tær. Tað, sum hendi var, at tú komst til at gera okkurt býtt, sum tú ert keddur av og nú veitst tú, at hatta ikki er smart at gera aftur. Øll gera feilir, av og á. 

Um tankarnir og tínar stúranir halda áfram kanst tú skriva aftur til okkum, men sum sagt, hevði verið best at sagt onkrum um hvussu tú hevur tað, tí tað er besta loysnin fyri stúranum sum tínum.

Alt tað besta…

Tú & Eg Ráðgevingin