Svar frá spurningi

Spurningur: Hey aftur. Túsin takk fyri at tit svaraðu mær men eg gloymdi jú at siga hvat tað var eg ikki slapp. Og tað er : Eg sleppi ikki at vera longri úti enn kl 9.15-30 skúladagar, Sleppi næstan ongantí at sova saman við nøkrum. Eg haldi bara at tað er so óratvíst at hinar vinkonurnmar sleppa so nógv og eg onki :'(. Hopi tit svara skjótt..

Hey “svar frá spurningi”
Takk fyri at tú skrivar aftur.
Tá man er tannáringur, er tað ógvuliga vanligt, at man følir at tað ALTÍÐ eru hini sum sleppa nógv meira enn ein sjálvur, og at foreldrini ikki vilja loyva tær nakað.
Tú skrivar at tú ikki sleppur at verða longri úti enn til kl. 21.15 – 21.30 skúladagar, og at tú følir tað verða órættvíst, tá hinar genturnar sleppa meira enn tú. Nú er tað nú einaferð soleiðis, at foreldrini sum oftast vita hvat er best fyri teirra barn. Tú ert 13 ár og sleppur faktist at verða rættuliga leingi úti, tá tú skal í skúla dagin eftir. Børn og ung í tínum aldri hava brúk fyri 9-10 tímum av svøvni fyri at vera væl fyri í skúlanum næsta dagin.
Tú heldur eisini, at tú næstan ongantíð sleppur at sova saman við nøkrum. Nú fáa vit ikki at vita hvussu ofta tú sleppur at sova saman við nøkrum, og hvat tíni foreldur halda er rímuligt. Men tú kundi roynt at tosa við tíni foreldur um tíni ynskir, og síðani gjørt eina avtalu um hvussu oftan um mánaðin tú kundi sloppið at sovi saman við onkrum. Vónandi kanst tú brúka hetta svarið.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin Hey “svar frá spurningi”

Tú & Eg Ráðgevingin