Spurning

Spurningur: Fyri uml. 2 árum síðani var eg púra skotin í einum dreingi í var 20 ár, hann vildi eisini hava meg, men tað kom ikki til nakað. Tann drongurin er blivin pápi í dag, men eg eri enn forelska í honum. eg havi ikki haft eyga á nøkrum síðani handan fyri 2 árum síðani. Hvat skal eg gera? Er tað vanligt at tað gongur so lang tíð í millum. Tað er ikki serligani stuttligt, man situr har í millum vinir og tey snakka um hann ella hana, og eg siti bara har, ja eg eri ikki væl ella nakað við nakran. Eg havi hug at hava sex men eg vil ikki hava fyrr enn eg fái sjeik. havi prøva tað men tá bleiv eg næstan noydd til tað, tað dámdi mær ikki serligari væl. og tað er fyri 1 ári síðani. Veit ikki um tú skilur hvat eg meini við, men eg veit ikki, hvussu eg skal forklára tað uppá ein annan máta.

Góða tú!
Hjartasorg tekur tíð. Og hjartasorg skal taka tíð. Og tað sum hevur størst ávirkan á, hvussu skjótt tú kemur upp undan aftur er, hvussu tú velur at brúka tína tíð. Brúkar tú meginpartin av tíðini uppá, at hugsa um tín fyrrverandi sjeik, at tú ongantíð fært nakran sjeik sum “hann”, at tað er ræduligt ongan sjeik at hava og hvussu mega rotið alt er og at tú ongantíð kemur víðari. Ja, so fært tú tað eisini samsvarandi og tað verður veruliga ringt hjá tær at koma víðari. Eg skilji væl at tú ert ótolin og ikki hevur tað so gott. Tí hjartasorg ger ólukksáliga ilt, uttan mun til hvussu gamal ein er. Men tú ert 17 ár, hvat skalt tú náa? Tað er ikki nú tú skalt hava hús, mann og børn. Og tað er eingin katastrofa um tú ikki hevur sjeik ella ert “val” við nakran. Og tú doyrt ikki av, ikki at fáa sex í eina tíð. Og trýrt tú sjálv veruliga uppá, at alt hevði verið gott um tú bara hevði ein sjeik? Vit hava sjálvi ábyrgdina av okkara egnu lukku her í verð – soleiðis er tað bara. Og tað er ein sannroynd, at fólk, sum góðtaka sínar umstøður og eru nøgd og takksom fyri tað, tey hava, eru meira lukkulig enn tey, ið alla tíðina ynskja sínar umstøður øðrvísi, vilja hava meira ella bara vilja hava okkurt annað. Vilt tú koma víðari og fáa tað betur, mást tú fyrst góðtaka tínar umstøður. Og beint nú sær tað soleiðis út hjá tær, at x-sjeikurin hevur barn við einari aðrari, at tú ert kedd og hevur tað ringt og at hóast tað eru gingin tvey ár, ert tú enn forelska í honum. Og hvat so? Tínar umstøður fara at broytast, tú fert at fáa tað betur og tú skalt nokk finna ein annan sjeik. Trúgv uppá, at tingini fara at laga seg og gev tol til tey gera tað. Njót at vera single og brúka eitt nú tíðina til at læra teg sjálva betur at kenna. Tað eru ein rúgva av kvinnum, ið mestsum alt sítt lív hava runnið úr einum parlagi í annað, og ongantíð veruliga fingið høvi at steðga á og raðfest seg sjálvar og sín egna tørv. Fokusera uppá teg sjálva og ting, ið gera, at tú fært tað betur. Set tær nøkur yvirkomilig mál fyri, so sum at binda eina troyggju, lesa eina bók, duga at baka gularótakaku, renna ein túr um vikuna, vera meira saman við vinum ella okkurt heilt annað, ið riggar betur til tín. Og hugsa positivt. Fólk, ið hugsa positivt liva longri og hava tað lættari í lívinum enn fólk, ið stúra og javnan taka synd í sær sjálvum. Tú kundi eisini fingið tær ein kvølp ella ein kettling. Djór eru ótrúliga stuttlig at eygleiða og hava rættiliga positiva ávirkan á fólk flest. Eisini kann ein læra ein rúgvu um seg sjálvan við at vera saman við teimum. Tú ert ung og hevur eitt ríkt og spennandi lív frammanfyri tær. Lat ikki tína gleði í lívinum vera tengda at, um tú hevur ein sjeik ella ei. Tað er lívið ov gott til og tú ov virðismikil til.

Kærar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin