Góða genta!
Takk fyri brævið!
Tá brævið avdúkar teg, hava vit broytt tað, soleiðis at nógv er tikið burtur úr tí, men tú kennir tað aftur sjálv. Tú ert 14 ár, ein aldur har tú búnast og nógv broytist í tínum lívi, og tú hevur brúk fyri stuðli og umsorgan. Tað kann vera sera torført at liva saman við einum ið drekkur, serliga um tað er mamma ella pápi tín. Eg skilji væl, at tú ert kedd av tí og kanska kennir teg ótrygga av tí at viðkomandi drekkur. Um viðkomandi drekkur illa, hevur hann ella hon møguliga brúk fyri at koma i viðgerð. Tað krevur tó at viðkomandi viðgongur, at hann ella hon hevur ein rúsdrekkatrupulleika og ynskir at fáa hjálp. Tað kann vera, at tú vildi ynskt, at tú kundi hjálpt viðkomandi, men tað er ein alt ov stór uppgáva hjá eini 14 ára gamlari gentu. Sjálvandi kanst tú vera góð við viðkomandi og siga at tað ger teg kedda at viðkomandi drekkur.
Mest umráðandi er tó at tú ert góð við teg sjálva. Tú sigur at tú skert teg og tað kunnu vera fleiri orsøkir til tað. Tað er møguliga ein lætti fyri teg at skera teg, tá ið tú ert kedd og ikki veitst, hvat tú skalt gera fyri at fáa tað betur. Hinvegin er tað at skera seg aldrin ein loysn uppá trupulleikan, og tú kanst fáa tað verri av tí. Samstundis kann tað vera vandamikið, um tú skerur ov djúpt. Tað er eisini sera umráðandi at tú fært hjálp til at steðga við at skera teg. Tosa við ein vaksnan, sum tú hevur álit á, tosa við heilsusystrina á skúlanum ella ring til læknan hjá tær og greið honum ella henni frá støðuni. Heilsusystur og lækni hava tagnarskyldu. Tað ber eisini til at vísa teimum hetta brævið.
Tað kann kanska vera ræðandi at fortelja øðrum um støðuna. Tað er tó sera umráðandi, at tú tosar um tað, so at tú kanst fáa hjálp og ikki skal standa einsamøll við tonkunum og kenslunum. Tað er fyrsta stigið í at hjálpa tær sjálvari, og tað vísir dirvi. Tað er gott at tú hevur vent tær til ráðgevingina, og tú kanst altíð skriva aftur ella ringja til okkum. Um tú kundi hugsað tær at vitað meira um tað skera seg ogella at hava foreldur sum drekka, so kanst tú lesa inni á heimsíðuni hjá okkum, undir leinkjuni ‘eg og lívið’.
Ansa væl eftir tær!
Tú & Eg Ráðgevingin