Siga hvør man er…

Spurningur: Skal man siga hvør man er tá man ringir ? og sýggja tit telefonummari ?

Nei, um man ringir til Tú & Eg Ráðgevingina, skal man ikki siga hvør man er! Ráðgevin sum tekur telefonina, spyr heldur ikki hvussu tú eitur. Telefonirnar á ráðgevingini eru eisini gjørdar soleiðis, at eingin nummarvísari er á. Tað merkir, at vit ongantíð síggja nummarið hjá tí sum ringir.

Vinarliga, Tú & Eg Ráðgevingin