Sangarin

Spurningur: Shalalala, singin a song.. Eg havi eina ljóta rødd,. Eg veri flóð av at syngja. Er tað normalt?

Hey sangarin!
Takk fyri tín spurning! Jú, tað heilt normalt at vera flovur av at syngja. Sjálvt góðir sangarar sum t.d. Anna Nygård og onnur, ið eru kend vegna sín sang, greiða frá, at tey hava sjálvi hildið seg syngja illa, inntil onnur hava sagt við tey, at tey eru góðir sangarar. Tað krevur nógva venjing fyri tey flestu, um ein skal fáa eina góða og sterka rødd. Tíbetur hava vit øll okkara egnu rødd, sum er heilt serlig. Tí verður eisini sagt, at hvør fuglur syngur við sínum nevi, og tað er tað, sum ger tað at brúka røddina so spennandi.

Góðan sanghug!
Tú & Eg Ráðgevingin