Góða tú!
Takk fyri títt bræv.
Fyrst av øllum, so er tað gott at lesa, at tú ert komin úr tunglyndinum. Tað í sjálvum sær, kann verða ein umfatandi avbjóðing hjá nógvum, men líkt er til at alt gongur røttu leið hjá tær, og vit vilja fegin hjálpa tær enn longri.
Brævið hjá tær nemur við fleiri ymisk viðurskifti í tínum lívið. Øll av stóru týdningi fyri trivnaðin, men eg kundi hugsa mær at byrja við endanum á tínum brævið, sum tú eisini sjálv greitt vísur at tú eisini ynskir.
Tú skrivar, at tú hevur atgongd til sálarfrøðing, “men tað er bert eitt vist, ein sálarfrøðingur kann gera” Sum tú orðar brævið, skilji eg hetta, sum at tú hevur atgongd til sálarfrøðing í samband við trupulleikar í undanfarna parlagið, og stutt eftir kemur tú inn á, at tú hevur autismu, og at tú fyrst ynskir at fáa skil á tínum sálarligum trupulleikum.
Nú vita vit ikki nær tú hevur fingið staðfest at tú hevur autismu. Um hetta var meðan tú vart barn (0- og við 17 ár) so hevur tú eitt netverk kring teg, ið millum annað er Tann góða tilgongdin (TGT) Ein avtala um, hvussu ein góð tilgongd kann skipast fyri foreldur at børnum við autismu. Avtalan er millum Almannamálaráðið, Mentamálaráðið, Heilsumálaráðið, Kommunufelagið og Autismufelagið. Tankin við tvørgeiraligari avtalu er at fáa arbeitt skjótt og væl tvørtur um geirar og mørk, so fullur ágóði fæst burtur úr vitan, førleikum og átøkum til frama fyri barnið og familjuna. Hetta fevnir millum annað um frálæru um autismu, praktiskari vegleiðing og námsfrøðilig amboð til avvarðandi familjur.
Um lækni hevur staðfest at tú hevur autismu eftir at ein er blivin 18 ár, so hevur læknin ymiskar tilvísingar. Eitt nú til Almannaverkið, ið eisini veitir vegleiðing og tilboð í slíkum førum.
Hóast tú nemur við fleiri ymisk viðurskifti í tínum brævið, so vilja vit fyrst ráða tær til, at fáa hjálp og vegleiðing viðvíkjandi autismu. Tú skrivar eisini, at tú fyrst av øllum ynskir at fáa skil á tínar sálarligu avbjóðingum.
Vit í Føroyum hava eitt áhugafelag fyri tey sum hava autismu, ella á ein hvønn hátt vara av fólki, ið hava autismu. Gott hugskot er, at tú setir teg í samband við tey, fyri at fáa best møguligu vegleiðing hesum viðvíkjandi.
Tú ert altíð hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við okkum aftur.
Vit eru eisini at hitta á telefon 116 111. Samrøðan er dulnevnd. Vit síggja ikki hvør tað er sum ringir.
Her kanst tú eisini fáa vegleiðing og hjálp.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin