Saknar

Spurningur: Heey Eg havi fyrr skriva inn her, men havi desverri ongantíð fingið svar enn. Men eg fari so enn einaferð at skriva, og eg hopi at fáa svar hesa ferð. Nú er tað so at eg havi ella hevði eina góða vinkonu. Men vit eru líkasum ikki so væl meira. Vit hava fylgst síðan vit vóru føddar kann man siga. Av tí at vit búgva sama stað ogkennast væl. Men nú hevur hon ikki tíð at vera saman við mær. Eitt dømi: Eg ringdi ein dagin og spurdi hana um vit ikki skuldu fara út at gera okkurt, men desverri hevði hon ikki tíð. Men bert 10 min seinni ringdi hin gentan, og spurdi um tað sama sum eg. Men jú tá hevði hon tíð, so fóru tær út. Eg veit at hon ikki hatar meg, og tað er onkuntíð vit eru saman, og tá hava vit tá so skeg saman. Men tað er líka sum okkurt hon hevur mist fyri mær, nú handlar alt næstan bara um hina. Og eg verði ongantíð bjóða við, tá tær fara okkurt. Og eru vit trýggjar úti saman, sum er rættuliga sjálvdan, so er tað bara tær báðar. Tær rópa bara á hvørja aðra, so eg má bara fylgja við. Hvat kann eg gera? Eg sakni nakað so nógv at vera saman við henni.

Hey!
Ja tað er sárt tá ein góð vinkona ikki hevur stundir til ein longur. Men tað eg hugsi er, at hon hevur kanska møtt eini gentu sum hon eisini vil vera saman við. Og nú hon skal læra hesa nýggju vinkonuna at kenna brúkar hon kanska ekstra nógva tíð saman við henni og hevur sostatt ikki so nógva tíð til tín. Tað er sjálvandi keðiligt hjá tær, men tað eg hugsi er, at tú skal geva henni rúm til tað, góðar vinkonur geva hvørjari aðrari rúm til tílíkt, tað trúgvi eg hon setur prís uppá. Hvis tit báðar stadigvek kunnu hava tað gott saman, so er tað jú alletiders, og tað ljóðar tað sum tit kunnu.
Finn tú uppá okkurt annað at gera. Ger okkurt saman við onkrum øðrum gentum ella hvat tú nú plagar, tí tú skal eisini hava tað stuttligt, tað treingjir tú til.

Alt tað besta og skriva endiliga aftur um tú hevur tørv á tí.
Tú & Eg Ráðgevingin