Ring ring

Spurningur: Hey … hava tit nummarvísara á tykkaru tlf, sum vit kunnu ringja til, um vit hava trubulleikar?

Hey ‘ring ring’,
Nei vit hava ikki nummarvísara á telefonunum. So tú nýtist ikki at vera bangin fyri at vit síggja hvør tað er sum ringir. Og tú nýtist heldur ikki siga hvussu tú eitur, tá tú ringir!

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin