Ráðaleys genta

Spurningur: Um kanska ein genta í tínum flokki ikki hevur tad gott heima, hvussu kann man hjálpa uttan at ringja til barnaverndina og annad tílíkt …. Also hvussu snakkar man vid hana um problemini og far kontakt vid hana so hon sjálv kann søkja hjálp ?????? 
Og eiz um lívi hjá einum vinmanni er fari heilt út av lagi tí foreldrini kanska hava veri úti fyri fersluóhappi ikki somu tíd men alígaval … eitt fersluóhapp er eitt fersluóhapp líkamiki nar tad hendi ted ávirkar ein alt lívi helst um man b´lívur lamin ella annad líkamiki hvat hendir … Hopi ikki hettar er for langt og iaterandi : :( :

Góða ráðleysa genta!
Takk fyri brævið. At tú skrivar inn til okkara um tínar sera truplu tankar, er virkuliga gott. Og títt bræv er als ikki ov langt ella irriterandi. Eg haldi, at tað er flott og eisini gott, at tú hevur so stóran áhuga og umsorgan fyri gentuni í tínum flokki og fyri tínum vinmanni. Tað vísir, hvussu stórt hjarta títt erJ

Eisini haldi eg, at slíkar stórar trupulleikar skalt tú ikki ganga einsamøll og hugsa um, men tú skalt hava onkran vaksnan at hjálpa tær. Nú veit eg ikki, um vinmaður tín gongur á tínum skúla. Men um so er, so vil eg ráða tær til, at fara, antin til onkran lærara, sum tú heldur, skilir teg og sum tú torir at tosa við, ella til heilsusystrina á skúlanum og fortelja teimum tað sama, sum tú hevur fortalt mær, altso bæði um trupuleikarnar hjá gentuna í tínum flokki og um vinmann tín. Tú kanst, um tú vilt, siga við læraran ella heilsusystrina, at tú ikki vilt hava, at tey avdúka, at tað er tú, sum hevur “avsløra” tey. Hetta fara tey heilt vist at skilja – tey hava tagnarskyldu og eisini skyldu til at hjálpa næmingum, sum hava tað trupult.

So míni ráð til tín eru, at tú ikki skalt ganga einsamøll við hesum stóru trupulleikum/tankum, men fáa onkran vaksnan, sum tú hevur álit á, at hjálpa tær.

Um tú hevur hug, so ert tú vælkomin at ringja til ráðgeving okkara tlf.: 116 111 og práta meira við ein ráðgeva um hesar trupulleikar.

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin