Populera

Spurningur: Hvussu kann eg blíva populer? Pliiiiiiiiizz hjálpi mær :(

Góða Populera
Eg vildi ynskt at eg hevði eitt svar sum 100 % hevði tryggja at tú bleiv populer, so hevði alt óiva verið nógv nemmari. Men tað havi eg tíverri ikki. Í staðin kundi eg hugsa mær at spurt teg hvat tað er at verða populer? Ert tú ópopuler? Um tú ert ópopuler, veist tú so hvat grundin er til tað? Hvat heldur tú ger at fólk verða populer ella ópopuler?

Nógvir spurningar, men sum sagt dugi eg ikki at finna eina uppskrift uppá popularitet.
Eg haldi at tú hevur størri kjans at gerast ein góð vinkona ella populer um tú ert náttúrlig (ikki følsk), fitt, hjálpsom, erlig og at tú torir at fara at tosað við tey fólk tú hevur hug at koma í samband við. Um tað er so at tú hevur verið populer og av eini ella aðrari orsøk ikki er tað nú – og tú veist hví – mást tú hugsa um hvat tað er fyri støða sum gjørdi at tú bleiv ópopuler og royna at broyta støðuna. Eisini um tað skuldi innibori at tú skal siga orsaka fyri okkurt tú hevur gjørt.
Hetta eru bara gitingar frá mínari síðu, tú skrivar ikki um tú hevur verið populer ella hvussu støðan hjá tær annars er nú.

Um tú meinar popularitet er tað sama sum at fylgjast við nógvum, kanst tú royna at melda teg til okkurt ítriv, har tú heilt sikkurt finnur saman við onkrum – í hvussu so er fær tú eisini nakað burturúr meðan tú bíðar eftir at blíva populer. Tað virkar sum um tú torir at gera nakað við støðuna hjá tær, so kanska tú skal royna at fáa samband við onkran sum tú hevur hug at vera saman við, so hevur tú onkran at vera populer saman við, hvussu ljóðar tað?
Men minnst til, tað týdningamiklasta er kanska ikki altíð at vera populer, men at hava tað gott saman við teimum man er saman við og ikki minst, at hava tað gott við seg sjálvan og hava tað gott við tað tú gert til dagligt.

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin