Plizz seriøst hjálp skjótt

Spurningur: Heey. Eg eri 15 ár skjótt 16. Fyrstu ferð eg hevði mánasjúkuna var tá eg var uml 12-13, men knappliga nú havi eg ikki havt hana í fýra-fimm mánar! Alt byrjaði faktist í summarferðiuni tá eg bara bløddi kanska 2-3 dagar um mánan men so bleiv tað bara minni og minni. Veit ikki hvat eg skal gera. Um tit spyrja um eg havi verið í song við nøkrum, so ja eina 4-5 ferðir og ja eg havi tikið gravidtest og hon var negativ. Nú í dag fekk eg eitt sindur av blóði, men longu yvurstaðið, veit ikki hvat eg skal gera. Nakrar vinkonur tvætla við, at eg havi eitt deytt barn? Eg veit ikki?! Tori ikki til læknan hvissi tað ikki er nakað, men eg kann gott trúgva at eg havi eitt deytt barn, also um man hyggur at mær!

Góða tú!

Tað má verða ein ræðandi kensla at hugsa, at ein gongur við einum deyðum barni. Haldi ikki, at vinkonurnar hava hugsað um, at tað, sum tær søgdu í skemti, fór at gera teg so stúrandi. Tó so haldi eg ikki, at tú skalt stúra fyri hesum, tá graviditetsroyndin var negativ. Kroppurin plagar at gera vart við tað á annan hátt, við at man t.d. fær fepur ella fær pínu í undirlívið og búkin. Tú sigur, at um ein hyggur at tær, so kundi ein kanska trúð, at tú gekst við einum deyðum barni, men eg skilji ikki heilt, hvat tú meinar við. Er tað tí, at tú hevur fingið størri búk ella hvør er orsøkin til at tú heldur, at fólk kundu sæð tað á tær? Tað besta er altíð at venda sær til læknan við slíkum spurningum, tí hann fær kannað teg fyri tað, sum tú ivast í, so tað er eisini mítt besta ráð í hesum føri.

Tú sigur, at mánasjúkan gjørdist óreglulig í summarferiuni. Mánasjúkan kann verða ávirkað av fleiri ymiskum orsøkum. Kostur, strongd, vekt, sorg, eru bert nøkur dømi, ið kunnu ávirka mánasjúkuna. Tá ein fer í summarfrí, kemur eisini broyting í gerandisdagin. Ein svevur kanska longri enn vanligt og etur kanska ikki tað sama, sum ein plagar. Hetta kann vera við til at gera mánasjúkuna óregluliga. Hetta eru tó alt gitingar, og eg vil mæla tær til at fara til læknan við hesum spurningi eisini, tí hann fær spurt teg um alt, ið hann hevur tørv á at vita fyri at geva tær eitt rætt svar.

Tú sigur, at tú hevur verið í song við onkrum nakrar ferðir. Nú veit eg ikki, um tit nýttu fyribyrging, men tað fari eg at minna teg á at gera. Minst til at hýtin er ein góð fyribyrging, tí hon verjir fyri bæði kynssjúkum og fyri at tú ikki gerst við barn.

Tú er vælkomin at venda tær aftur til ráðgevingina, um tað er eitthvørt, ið tú hevur uppá hjarta.

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin