P-Pillari

Spurningur: Hey! Eg eri en 14 ára gomul genta sum hevur ein spurning um P-pillar. Eg ætli mær ikki at fara í song við nøkrum nú, men eg vil vita tað árðin. Skal man ikki gera tað beint tá man hevur mánasjúkuna? Hvussu leingi skal man vera á P-pillum áðrenn man kann gera tað Hvussu virka P-pillar? Skal man brúka kondomir eisini? Skal man vera 15 fyri at taka P-pillar? Er tað nakar kjansur at man kann missa møguleikan fyri at fáa børn? Takk fyri:)

Góða genta 14 ár.    Gott tú ikki ætlar tær í song við einum dreingi nú,  tað er jú ólógligt,  tá ein er yngri enn 15 ár. Somuleiðis kanst tú heldur ikki fáa p-pill sum fyribyrging  nú, men læknin kann geva p-pillara sum viðgerð av sterkum og drúgvum menstruatiónum hjá gentum yngri enn 15 ár. P-pillarir eru góðir beinanvegin um 1.tablett verður tikin , tá menstuatiónin byrjar,  og hareftir ein tablett dagliga.  Tá forðar p-pillarin fyri eggjaloysningi,  og tá onki egg er,  verður ein ikki við barn. Ein eigur at brúka kondom eisini , um tað er vandi fyri kynssjúku sum klamydia ella HPV.  Um drongurin ikki hevur verið saman við aðrari gentu,  er vandin fyri at fáa eina kynssjúku nærmast ongin. P-pillarir ávirka ikki fertilitetin (møguleikan at fáa barn) hjá einari gentu.   So um tú velur at taka p-pillara  tá tað er aktuelt at fara i song við einum dreingi,  so hevur tú eins góðan møguleika at fáa børn seinni, tá tú ynskir tað.
At enda má eg rósa tær fyri , at tú gjarna vil vera væl fyrireikað.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin