p-pillar og mens.pína

Spurningur: Hey, eg eri 14 ár, og eg veit, at eg havi ikki loyvi at fara í song við nøkrum. Tú nýtist ikki at siga tað, men eg havi verið í song við sjeikinum, og mamma mín er ógvuliga bangin fyri, at eg blívi uppá vegin. Hon vil hava, at eg sigi frá, tá eg skal hava p-pillar, men hon lovar mær ikki at sova saman við sjeikinum. Eg vil hava p-pillar. Skal eg spyrja hana? Eg veit ikki, um hon so ikki vil hava, at eg skal síggja mín sjeik. ( hon veit ikki at vit eru í song saman) Plus plus eg havi ógvisliga pínu, tá eg havi mens. Eg fái nokk av tí! Eg tími tað ikki meira! Altíð so ilt, at eg má liggja í songini, og onkuntíð fari eg næstan at gráta! Eg vaki um náttina viðhvørt og fái ikki sovi, tí eg havi so ilt?

Hey hey og takk fyri brævið! Tað ljóðar sum tú og mamma tín kunnu práta um kynslív og fyribyrging, og tað er bara gott. Tú ert undir kynsliga lágaldurin og kanst tí ikki sjálv fara til læknan at spyrja um p-bollar. Tað er tó sera týdningarmikið, at tú og sjeikurin nýta fyribyrgjandi, og tí haldi eg, at tú skuldi sagt tað fyri mammu tíni. Tað er ringt at vita, hvat mamma tín fer at siga. Vónandi verður hon glað fyri, at tú velir at vera erlig. Tað ljóðar, sum hon ynskir at hjálpa tær, um tú hevur brúk fyri p-bollum. Tá ið tað er sagt, so vóni eg, at tú og sjeikurin nýta annað fyribyrgjandi, so sum hýt, áðrenn tú fært p-bollar. Lurta bara eftir tær sjálvari og ger ikki nakað, tú ikki kennir teg klára til.
Tað kann vera sera ymiskt við mánasjúku-pínu. Summar fáa ikki verið til fyri pínu og aðrar merkja einki. Tú kundi roynt at tosað við læknan hjá tær, og sagt honumhenni, at tú hevur so nógva pínu, so at tú ikki gongur og hugsar, um tað nú er rætt at hava tað soleiðis. Annars, so er ein varmadunkur, ein bleyt sofa og eitt deiligt teppi ikki av vegnum, tá ið ein hevur mánasjúku-pínu :0) Vónandi kann hetta svarið brúkast.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin