ólukkuliga forelskaður???

Spurningur: Hey… Eg eri ein 18 ára gamal drongur, eg havi veri saman við gentuni hjá mær í næstan 2 ár nú, men eg havi eitt problem við mínum lívið saman við henni. Eg eri mega góður við hana og alt hattar har, men eg føli tað at eg eri ikki lukkuligur saman við henni, eg veit ikki hvat eg skal gera fyri at fáa tað betur saman við henni. Eg og hon hava tosa um tað, men vit koma sum so ongantíð til nakra niðurstøðu hvat kann vera galið við mar, mínir vinnmen siga at eg eri heldigur at eg havi fingið eina so fitta damu. Hon filgist nógv saman við mínum vinnmonnum tá eg eri saman við henni, men eg fylgist eisini sjálvur saman við teimun. Hon hevur fyri at siga tað so ongan at fylgjast saman við, uttan mær og mínum vinmonnum. og viðhvørt føli eg bara at tað er for nógv, tað vil siga at eg føli at eg orki ikki at vera saman við henni? Hettar ger meg mega ólukkuligan, og mamma mín spyr meg ofta um tað er nakað galið við mar, men eg ani ikki hvat er galið, eg eri bara ólukkuligur og ynski yvur alt yvir jørðini at eg skal vera glaður saman við damuni hjá mær. Eg vildi ikki sagt at eg havi problemir heima, eg havi tað super saman við mínari familiu og mínum vinum. Kunna tit ikki svara hesum brævinum, tað hevði veri ein góð hjálp til mín. Fáa tit hjálpt mær við mínum trupuleika ?

Góði ólukkuliga forelskaði???
Takk fyri brævið! Tú ert í einari pínufullari tvístøðu, har tú ert bangin fyri at sára damuna hjá tær, men hinvegin hevur tú tørv á at hava størri frælsi. Tað er púra vanligt, at dreingir og gentur uppfata parlagið ymiskt, tá ein er í tínum aldri. Tað er ofta soleiðis, at gentur hevur størri tørv á at vera saman við sínum drongi enn umvent, og tað kann skapa trupulleikar, tí tað fær drongin at kenna seg ov bundnan og gentuna at føla seg svikna av dronginum. Tað er umráðandi, at hon eisini hevur síni egnu áhugamál og vinfólk, so at tit ikki altíð eru saman. Tú kanst kanska siga við hana, at tú ert góður við hana og ynskir, at tit gava tað gott saman, men at tú viðhvørt hevur brúk fyri at gera dreingjating saman við tínum vinmonnum, og at hon tá kann brúka tíð til at gera ting, ið henni dámar at gera. Hatta eru heilt rímilig ynskir, ið tú hevur, so tú skalt ikki hava ringa samvitsku um at vilja vera saman við vinum og familjuni, uttan at hon er við tær. Tað verður kanska hart hjá tær at siga tað við hana, men tað er neyðugt. Tað kann  fara at gera tykkara parlag  betri enn tað er nú. Daman hjá tær verður nokk eisini nøgdari, um hon fær møguleikan at royna nakað nýtt, har hon kann brúka tíðina saman við øðrum enn tær. Um hon hevur trupult við at fáa vinir ella um henni manglar áhuga í at ganga til ítrótt og annað, kann hon venda sær til okkara, so at vit kunnu hjálpa henni at koma í gongd við okkurt, sum hon verður glað fyri. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin at venda tær aftur til okkara, um tú hevur tørv á tí.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin