Øv bøv

Spurningur: Eg veit at x-besta vinkonan tosar ljótt um meg í skúlatíðini og eisini onkintíð aftaná. Hon hevur t.d. sagt at eg eri býtt, irriterandi, heldur meg vita alt og slíkt. Mamma sigur at eg skal royna at blíva vinir aftur við hana, men eg havi barasta ikki hug. Vit blivu óvinir, tí eg gjørdi okkurt lítið við hana, sum henni ikki dámdi og so byrjaði hon (aftur) at tosa ljótt. Eg vil ikki tí hon er hysterisk og flippar út yvur einki. Hvat skal eg gera fyri at hon skal steðga við at tosa ljótt um meg? P.S Man skal vera móti næsta sínum sum man vil hava næsta sín skal vera móti sær. Men tá hon ikki er fitt tími eg heldur ikki.

Hey ‘øv bøv’!
Hetta er ein keðilig støða tú ert komin út í, og ikki heilt løtt at koma úr aftur. Trupulleikar við vinkonum er nakað sum (næstan) allar gentur koma út fyri, og tað er nakað sum kann gera ein so keddan.
Hevur tú tosað við vinkonuna um hetta sum tú skrivar til okkum? Um ikki, so er tað tað fyrsta tú kundi gjørt. Sig við hana, hvussu tú hevur tað við at hon gongur og tosar ljótt um teg. Tað kann gott vera, at hon gerst óð, men so vísir tú henni at tú finnur teg ikki í tílíkum. Tað besta er at fáa sagt tingini beinanvegin, tí tað er so tungt at ganga og verða óður og keddur inn á okkurt sum nívur ein.
Tað er eisini umráðandi at tú fært tosað við hana um hetta uppá ein ‘góðan’ máta, t.d. at tit tosa róliga saman, og ikki rópa og briksla hvørja aðra. Tað er nokk eisini tað besta, um tit tosa saman tværeinar, t.v.s. tá onnur ikki eru til staðar. Royn hetta og vita um tað fær vinkonu tína at halda uppat við at tosa ljótt um teg. Tað er eingin sum sigur at tit verða bestu vinkonur aftur beinanvegin, men so hevur tú í hvørt fall roynt at gera okkurt við støðuna.

Góða eydnu.

Tú & Eg Ráðgevingin