Ótolin

Spurningur: Héej aftur !… 
Eg vil bara vita nær man fær svar ?
Ella tað er eitt sindur langt síðan eg skrivaði .. 
Eg havi méega nógv brúk fyri hjálp skjótt !.. 
Babba kemur skjótt heim :'(

Hey ‘ótolna’,
Eg skilji væl, at tú fegin vilt hava svar skjótt uppá tín spurning. Nú veit eg ikki, hvat tað er fyri spurningur tú hevur spurt, men vit svara altíð so skjótt sum gjørligt. So eg vóni, at tá tú lesur hetta svarið, so hevur tú eisini fingið svar uppá hin spurningin tú hevur spurt.
Um tað verður ov leingi at bíða, so hevur tú eisini møguleika fyri at ringja til Tú & Eg Ráðgevingin raðgevingina, tí so sleppur tú undan at bíða eftir at tú fært svar. Ráðgevingin hevur tlf. 116 111.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin