Hey tú, ið ikki orkar meira.
Eg skilji væl at tú heldur at tað er keðiligt altíð at verða reyð í anlitinum. Siga fólk tað við teg ella er tað nakað tú følir ella heldur? Hygg eftir øðrum fólkum, nógv av teimum eru rættiliga reyð í andlitinum, tað ger tað sjálvandi ikki nemmari fyri teg at onnur eisini eru reyð, men tú kanst hugsa um at vit øll eru ymisk.
Um tú rodnar uttan at verða flóv, kann tað skyldast at tú ert bangin fyri ella hugsar um at verða reyð. Tankin um at man verður reyður, kann verða nokk til at tú verður blóðreyð. Eitt sum kann hjálpa er at seta orð á tað. Sig við fólk sum tú ert saman við at tú veist væl at nú verður tú reyð í høvdinum, men tú kanst ikki gera við tað. So hevur tú sett orð á tað su er trupult og tað kann gera at tað ikki verður so interessant meira, hvørki hjá tær ella hjá hinum sum hyggja at tær.
Hatta við at sita hjá frisørinum kann vera tað droyasta sum er til, man er noyddur til at sita og hyggja inn í eitt spegl stórt sæð alla tíðina, puuuha tað kann vera strævið at koma ígjøgnum. Men royn at lesa eitt blað tá tú kanst tað og hugsa so um, at øll sum eru hjá frisør eru í somu støðu sum tú.
Um tú veruliga hevur nógv blóðkør í andlitinum, kanst tú tosað við læknan um tað. Tað eru sjúkur, ið kunnu gera, at fólk eru rættiliga reyð. Tað kann eisini skyldast ovurviðkvæmi, at tú ikki tolir okkurt tú etur, drekkur ella smyr á teg.
Tað finnast eisini andlitskrem, sum kunnu hjálpa um man hevur reyða húð, tað kanst tú til dømis tosa við læknan hjá tær um ella fara á apotekið at frætta nærri um, tey kunnu vegleiða teg. Men tú mást hava í huga, at tílík krem kunnu kosta rættiliga nógv. Krem finnst eisini sum kann hjálpa tær at fjala tað reyða, tað er til dømis okkurt gott foundation (eisini kallat brúntkrem) tað kann dekka rættiliga væl, men minnst til at reinsa húðina væl um kvøldið um tú brúkar tílíkt.
Alt tað besta og skriva aftur um tørvur er á tí.
Tú & Eg Ráðgevingin