Góða tú,
Vit eru glað fyri, at tú torir at skriva til okkara um tínar trupulleikar.
Eitt orð, sum eg legði til merkis beinanvegin í brævi tínum, er eitt orð, sum tú sjálv hevur skrivað í evnið, tað er orðið “fangað”. Tað, sum eg hugsi, tá eg lesi tað saman við tínum brævi, er, at tú nú ert klár at biðja um hjálp. Tú skrivar eisini í brævinum “Eg umhugsi at fara til heilsusystrina og spyrja um hjálp.” Vit vita, at tað er torført at tosa við onkran fyri fyrstu ferð, men vónandi kanst tú taka hesi orð við tær á leiðini og biðja um hjálp.
Tú skrivar, at trupulleikin eisini var har, tá tú vart 12 ár. Hetta merkir, at tú nú hevur stríðst við hesum í minst 3-4 ár einsamøll. Sum tú lýsir tína støðu, hevur tú sanniliga nógv at stríðast við, og eg skilji væl, um tú í dag kennir teg troytta og vilt hava hjálp. Tú skalt ikki stríðast einsamøll longur. Tú skalt hava hjálp, soleiðis at tín dagur og títt lív aftur kann gerast róligari og betri.
Tú skrivar “Men tað følist, sum ongin veit hvat tað er, og tað verður ikki snakka um, sjált um tað er so ringt, og tað fangar teg og tú missir alt kontrollið.” OCD er ikki nakað, man tosar nógv um í skúlanum, heima ella millum vinfólk. Men eg kann vissa teg um, at tað eru nógv í Føroyum, sum vita nógv um OCD, og hesi kanst tú koma í samband við, um tú hevur brúk fyri tí. Tað er gott, at tú kanst siga tað við tín heilsufrøðing. Heilsufrøðingurin er góð at tosa við, tey vita nógv um alt sum hevur við kroppin og menning at gera, hon kann hjálpa tær á røttu kósina.
Eg vil líka steðga á her og fortelja tær, hvussu sterka og klóka, eg haldi teg vera. Tað er ein stór styrki at tora at siga frá. Tú skalt eisini vera errin av, hvussu væl tú sjálv dugir at greiða frá, hvussu tú hevur tað, sum tú hevur gjørt í brævinum til okkara.
Um tú heldur, at tað er torført at tosa um hvussu tú hevur tað, er eitt gott hugskot at vísa brævið, sum tú hevur skrivað til okkara. Tað er væl skrivað, og tú vísir okkum eisini, hvat tú sjálv hugsar um alt. Eg hugsi, at tað kanska kundi givið tær og viðkomandi, tú velur at tosa við, t.d. heilsufrøðingin, eitt gott útgangsstøði til at finna útav, hvat tú hevur tørv á.
Tað, sum hevur týdning er, at tú fært hjálp til at fáa tað betri, soleiðis at tú ikki stríðist sjálv longur.
3 lítil ráð, sum kanska kunnu vera tær ein hjálp á leiðini:
- Tá ið tú merkir órógv, ímynda tær at tú ert á einum stað, har tú kennir teg róliga og trygga.
- Øva teg at anda róliga. Anda róliga inn og út, og ímynda tær, at tú andar órógv útaftur.
- Tak eina pausu. Ger okkurt, sum kennist gott og trygt. Til dømis: ring til ein vin, lurta eftir róligum tónleiki, gakk ein túr, fá tær ein drekkamun, hygg eftir einum filmi ella eini góðari røð, sum tú kanska hevur sæð áður, legg eitt putlispæl, ella finn uppá okkurt positivt, sum tú kanst koma í tankar um.
Eg vil enda við at siga, at tú ikki longur skalt føla, at tú ert “fangað” – tú skal hava hjálp, og hjálp er at heinta. Tað krevur bara at tú fær sagt frá til ein vaksnan sum tú hevur álit á. T.d. heilsufrøðingin, foreldur tíni ella onkran annan vaksnan.
Tú er altíð vælkomin at skriva aftur til okkara ella ringja 116 111 og fáa anonyma vegleiðing.
Alt tað besta,
Tú & Eg Ráðgevingin