O

Spurningur: Heeyhey! Eg eri ei genta uppá 17 ár, eg havi enn ikki fingið bróstvortir? Er tað normalt?

Hey!

Bróstvørtir hava øll, bæði gentur og dreingir, men tú meinar helst, at bróstvorturnar hjá tær eru ov barnsligar.
Vanliga vaksa bróstvortur, og tað kemur pigment í húðina uttanum (myrkari litur) eini 2 ár áðrenn mánasjúkan byrjar og so veksur bróstkertilin tey næstu árini. Tað er sera ymiskt, hvussu stór bróstini gerðast.

Tú sigur einki, um tú sært út sum ein vanlig kvinna t.v.s. normalan hárvøkstur undir ørmunum og í neðra og smala miðju og breiðari rumpu, og um tú hevur fingið mánasjúkuna. Undir øllum umstøðum haldi eg tú eigur at tosa við ein fakpersón, og um tú gongur i framhaldsdeild ber til at fara til heilsusystrina. Annars so far til tín kommunulækna, og lat hannhana hyggja eftir tær og geva tær góð ráð.

Heilsan

Tú & Eg Ráðgevingin