Til Not ein sexbumba
Fyrst og fremst er tað gott, at tú heldur so fast við tað, sum tú ikki hevur hug til. Fyri tað næsta, ert tú ífylgi lógini ov ung til at hava sex. Tann kynsligi lágaldurin er 15 ár. Hetta merkir, at tað er kriminelt, um sjeikinum hjá tær fer í song við tær.
Hetta ljóðar kanska fýrakantað og stirvið, men kann fáa avleiðingar, um onkur meldar hann. Nú sigur tú ikki nakað um, hvussu tit annars hava tað saman. Men halt tú fast við títt, og spyr hann hvat hann vil við tær og tykkara forholdi? Tí vil hann ikki virða tína avgerð og tínar meiningar, so er hann kanska ikki tann rætti til tín?
Tú ert altíð vælkomin at skriva til okkum aftur, um tú hevur fleiri spurningar ella at ringja til “Tú & Eg Ráðgevingina”.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.