Góda tú, ið hevur nevnt teg við navni.
Vit hava valt ikki at skriva títt navn her. Tad var ikki gott, at tú sum 16 ára gomul ert óynskt vid barn. Tad var spell, at tit ikki hava brúkt fyribyrging, men tað er heilt víst nakað, sum tit longu hava angrað, og nú er best at finna út av, hvat so skal gerast. Eg rokni vid, at tú hevur gjørt eina grav. roynd, sum er positiv. Ein er ikki altíd vid barn, um mánasjúkan ikki kemur. Vidvíkjandi fosturtøku ert tú noydd til at siga einum av tínum foreldrum frá og síðan fara tit saman til kommunulæknan. Lóggávan er soleiðis, at tann, sum hevur foreldramynduleikan, skal játta, at tú fært gjørt fosturtøku, tá tú ert yngri enn 18 ár. Tín lækni metir so, um tað er í lagi at vísa teg til fosturtøku á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum, og tað rokni eg vid er í lagi eftir lógini, tí tú ert so ung. Á sjúkrahúsinum verður tu kannað ambulant og so innløgd ein dag til eina útskavingútsúgving av lívmódrini í fullari doyving. Tú kanst vanliga fara í skúla dagin eftir. Men tú mást skunda tær: tosa alt fyri eitt vid foreldrini og fá umgangandi eina tíd hja læknanum. Tad er nogv størri vandi at taka fostrið, um tú ert komin langt, og fosturtøka verdur so at siga ikki gjørd i Føroyum aftaná 12 viku. Eg skilji væl, at tað er sera tungt hjá tær at tosa við tíni foreldur um støðuna, og tí skalt tú kanska fáa heilsufrøðingin í skúlanum at hjálpa tær at tosa við tey. Hon er von við at tosa við foreldur, tá børn hava tað trupult.
Alt tad besta ynskja vit tær!
Tú & Eg Ráðgevingin