Nakað ráð? :)

Spurningur: Hey eg havi skrivað inn her nakrar ferðir og eg eri sera nøgd við svørini.

Eg eri byrjað at hava følilsir fyri einum drongi, eg havi ikki kent hann so leingi, men í eina tíð. Men øll siga at hann er ljótur, brekaður og sovorið. Men tað haldi eg slett ikki. Hann er mega kerur, fitt eygu, spesiellur og sovorið.
Og eg haldi at hann dámar meg, ella tað følist sum um. Skal eg biðja um nummarið hjá honum, ella kunnu tit geva mær nakað ráð um hvat eg skal gera fyri at koma nærri til hann, kenna hann,
koma saman, altso seriøst forhold og sovorið. Eg vil so gjarna hava hann, hann hevur onga damu ella nakað og hann hevur eina góða familju.
So at siga havi eg ikki nakað problem, men eg vil bara hava nøkur góð ráð frá tykkum.! :):) Hopi at tit kunnu geva mær nógv góð ráð!:D

Halló “ Nakað ráð? “!
Tann drongurin, ið tú hevur fingið áhuga fyri, er ikki serliga væl dámdur av teimum rundan um teg. Hví veit eg ikki. Men tað er eisini líka mikið, tí tær dámar hann. Tað er sera gott, at tú ikki letur teg stýra av tí, ið hini siga, tí tað nýtist als ikki at vera tað rætta.
Fyri at koma í samband við hann, kanst tú til dømis byrja við at fara har, ið tú veitst, at hann plagar at koma. Tú kanst so royna at tosa eitt sindur við hann um okkurt, til dømis spyrja hvat hann heldur um eitt ella annað. So kanst tú jú eisini biðja um nummarið hjá honum. Ein annar møguleiki er at kjatta við hann ella skriva honum ein fittan sms. Royn at hugsa um hvat tú hevur mestan hug til at gera, ella hvør máti hóskar best til tín, tí tað rokni eg við at tú veit best sjálv.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin