Nakin myndir

Spurningur: Hvat er straffilógin hjá einum sum hevur deilt privatar myndir av mær. Vit hava fjasast og Eg helt at eg kundi líta á honum, men hann deildi tað víðari á netinum. Eg ynski at melda hann, og eg ynski at vera klár uppá hvørjar konsekvensur tað fær av hesum.

Góða Tú.

Tað harmar okkum at tú hevur uppliva hetta og vit vóna at tú hevur dirvi til at fara víðari við hesum máli.

Sambært persónsdátulógini er tað ólógligt at deila myndir uttan samtykki. Og tá talan er um nakinmyndir, er tað strangliga bannað. Um persónurin á myndini er undir 18 ár, kann tað verða eitt álvarsligt lógarbrot sambært lógini um barnaporno. 

Um ein mynd av onkrum (óansæð aldur) er deild uttan samtykki, so er tað aldrin ábyrgdin hjá persóninum á myndini.

Politiið viðmælir øllum, sum hava verið úti fyri talgildum kynsligum ágangi, til at melda tað. Les meira her:

https://politi.fo/melda/kynslig-bortsverk/talgildur-kynsligur-agangur

Tú skrivar at tú er yvir 18 ár, so kunnu vit vísa til § 264 d. í straffilógini.

“Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum víðarigevur boð ella myndir, ið viðvíkja persónligum viðurskiftum hjá øðrum persóni ella aðramáta vísa hann í umstøðum, sum skilliga kunnu krevjast ikki at koma fyri almenningin.”

Har stendur upp til 6 mdr, man skal ikki roknað við eina so harða revsing fyri deiling av eini nakinmynd. Tað eru nógvar umstøður ið gera seg galdandi. Tí er tað torført hjá okkum at koma við einum greiðum svari. Har eru eisini aðrar paragraffir í straffilógini sum kunnu vera viðkomandi. Sum t.d. blygnaðarskemd.

Tað besta er at tú setur teg í samband við Politiið og prátar við tey.

Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin