My friend

Spurningur: Hmm..tú? líkasum eg havi eina vinkonu, og hon hevur eina aðra vinkonu, og tann vinkonan spottar altíð mína vinkonu út og dissar hana toltalt av fyri eina aðra gentu, og eg haldi tað er skeivt! Men heldur tútit at eg skal siga nakað við mína vinkonu ella? tí eg haldi ikki, at vinir skulu fara aftanfyri ryggin hjá hvørjum øðrum, og eg eri so góð við mína vinkonu!

Hey góða vinkona!
Sum eg skilji, so ert tú tú ein góð vinkona, sum hevur dirvi. Tú hevur púra rætt í, at tað er skeivt av hinari vinkonuni at spotta tína vinkonu. Tað kennist ringt bæði fyri tann, sum verður spottaður og fyri tann, sum er vitni til slíkan atburð. Tað er ikki lætt hjá tær at vera í hasi støðuni. Vit eiga ikki at fara afturum ryggin hjá hvørjum øðrum. Heldur siga sum er. At vera erligur kemur ein longst við. So til tín spurning, har tú spyrt, um tú skalt siga tíni vinkonu um støðuna. Jú, eg haldi, at tú skalt siga tað við hana. Sum eg skilji á tær, heldur tú eisini sjálv, at tað er rættast. Tú skalt hava í huga, at hon helst verður kedd, tá tú fert at siga tað. Tí skalt tú hugsa um, hvussu tú vilt siga tað. Og aftaná skalt tú vísa henni, at tú ert hjá henni og stuðlar henni. Annars at bara vera tann tú ert.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum aftur.
Góða eydnu við øllum, og minst til at halda áfram við at vera tann góða vinkonan.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin