Fyrst vil eg takka tær fyri brævið, sum klárt vísir, at tú hevur tørv á hjálp, og at tú eisini ert til reiðar at fáa hjálp.Tað er rættiliga gott, at tú longu nú sært, at tú ikki kanst halda áfram soleiðis, uttan at skuffa teg sjálva og sára onnur. Vit kunnu ikki leggja brævið út á heimasíðuna, tí tað avdúkar teg ov nógv. Tí vilja vit heita á teg um at venda tær til okkara umvegis telifon. Um tú heldur vilt skriva umvegis teldubræv til okkara, ert tú vælkomin at skriva eitt annað bræv, ið ikki er so avdúkandi sum hetta brævið. Samstundis vilja vit heita á onnur ung, ið skriva til okkara, um at hava í huga, at øll brøvini verða løgd út aftur á heimasíðuna, og at tað er umráðandi, at tit ikki avdúka tykkum soleiðis, at tað kann skaða tykkum. Aftur til tín. Tað eru góðir møguleikar hjá tær at fáa hjálp, og vit vilja fegin vísa tær á hesar møguleikar. Tú kanst siga við ráðgevan, at tú hevur skrivað eitt bræv og hvat dulnevni, tú hevur brúkt, um tú vilt sleppa frá at greiða frá øllum umaftur. Tað er títt val.
Ansa væl eftir tær sjálvari!
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin