Mishki

Spurningur: Eg havi etingarólag  bæði for nógv og for lítið. Summar dagar eti eg bara einar 200 kaloriur og aðrar eti eg einar 3.000. Sum oftast eti eg ov lítið, men uttan at eg veit av tí, havi eg eti skidefult av køku og so svølti eg meg teir næstu dagarnar..góðu hjálpið mær? Eg doyggi skjótt!

Góða Mishki!
Soleiðis sum tú greiðir frá tínari støðu, ljóðar tað, sum um tú ert greið yvir, at tú ert á skeivari leið viðvíkjandi kostinum og at tú ert greið yvir, at tað er álvarsligt. Tað er eitt gott støði at hava, tí sum tú sjálv sigur, okkurt má gerast. Tað fær meg at hugsa um, hvussu tað er við foreldrunum hjá tær, og um tey vita, hvussu tú hevur tað. Kanst tú tosa við tey um tína støðu, so tey kunnu hjálpa tær? Eitt hugskot er at tosa við heilsufrøðingin í tínum skúla, kanska saman við foreldrunum. Tú kanst eisini fara einsamøll til hana, alt eftir hvat hóskar best til tín.. Heilsufrøðingurin veit nógv um kost, og um hvat kann gerast, tá ein hevur tað sum tú. Tú hevur ivaleyst hoyrt um, hvussu týdningarmikið tað er at eta góðan og sunnan kost og at ein ikki verður tjúkkur, um ein etur heilsugott og fjølbroytt. Kroppurin skal alla tíðina hava brennievni. Annars gongur hann fyri og verður sjúkur bæði kropsliga og sálarliga. Um nakar lækni er í økinum, har tit búgva, er tað eisini ein møguleiki at tosa við hannhana. Sum sagt í byrjanini er tað av stórum týdningi og ein stór hjálp, at tú sjálv veitst, at tú ert í einari álvarsligari støðu, og at tú sjálv ert virkin við at fáa hjálp, tí tað er teg, tað snýr seg um, og um hvussu tú trívist og hevur tað. Góða eydnu framyvir og vónandi fært tú hjálp og stuðul har, sum tú er. Tú ert altíð vælkomin at venda tær henda vegin aftur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin