Míni foreldur stóla ikki uppá meg

Spurningur: Góði brævkassi! .. mamma mín segdi beint til mín, ígjár, at hon kundi ikki hava álit á meg. eg spurdi hana um hon kundi koyra meg nidan til eina vinkonu. kl. var 22. og so segdi hon at hon kundi ikki hava álit á mær, um eg fór í ein bil hjá einum dreingi. tað havi eg ofta gjørt. eg skilji ikki hvat tað er hon er bangin fyri. og so ætladi eg bara ístaðin fyri at fara inní ein bil (hjá einum góðum vinmanni, sum eg stóli fult og fast uppa, sum er 21 ár), men síðani tað regnar so illa í FØ., so kundi tað ikki blíva til nakad aflikaval. og so mátti eg sita heima og kikka eftir x-factor, saman við familjuna og mínum lítlusystkjum. mini foreldur halda meg vera ein 6-7 ára gomul barbiedukkuspælandi. eg vil hava fríðheit. tað er so keðiligt at hava foreldur sum ikki stóla uppá ein. eg ynski bara at kunna sleppa at ganga í býnum sum ein vanlig 15 ára gomul genta ger. :! eg kann ikki tosa við mammu ella babba. tey enda bara við at skelda meg. tí at eg havi sovorni tørv at vilja ganga í býnum. :’! eg vil bara hava tað skeg. eg síggi einki skeivt í tí. eg veit væl at tey eru so góð við meg og vilja passa uppá meg. men um tey eru so góð við meg, so haldi eg at tey burdu víst tað meira, í staðin fyri at skelda meg. :! og tey høvdu stóla uppá meg og vita at eg kom heim í eitt stykki. tey hava eisini veri ung einaferð. men eg haldi at tey hava bara valt at gloyma tad. og ynskja so ikki at eg skal uppliva nakad sum tey uplivdu. men hetta er mitt væl, og mitt lív og ikki teirra? hvat skal eg gera so at eg kann fáa tey til at stóla eitt sindur meira uppá meg.? og so at tey blíva eitt sindur minni ANGSTfull. :! og bekymraði um meg :! hjálp. takk fyri. ;’) hetta ger samstundis so at eg ikki havi so nógvir vinir, tí at eg sleppi ikki ut tað tíðspunkti tá ið øll eru úti, sum eg kann fáa at kenna. ein onnur vinkona hjá mær, sleppur altíð út til kl. 3 um náttina ella okkurt sovrit, og hon hevur akksum, ein heilan lista av vinum. og er heilt ótrúliga upptikin av vinum og sovritt. ímeðan eg siti heima og stríðist við at finna uppá okkurt at gera og skal lurta eftir mammu mina sum smigrar meg so nógv og roynir at fáa meg til at koma við hana onkraðstaðnis at eta. ella bestilla ein film og eta bomm. so at eg havi okkurt annað at gera enn at fara út í býin um náttina :! eg vil bara at tey skulu stóla uppa meg. :(! og so at eg kann fáa mitt egna lív! : eg havi oftað siti og gráti um hetta… hjálp.

Góða tú!  
Takk fyri brævið! Gott at tú valdi at senda okkum tínar tankar og stúranir. Tað er ikki lætt hjá tær, og tað er  ikki lætt fyri tíni foreldur. Hetta er ein byrjan til títt ungdómslív. Fyri teg er tað so spennandi og stuttligt.  Men fyri tíni foreldur kemur kenslan, – at tað er meira og meira torført at ansa eftir, verja teg,(okkara barn) so tú ikki kemur út í óføri, ella okkurt hendir tær. Tað er troyttandi hjá tær, at tey ikki hava álit á, at tað er trygt hjá tær at vera har, ið tú hevur tað stuttligt, men tey eru ikki har, og duga tí heldur ikki at ímynda sær, hvat tú gert saman við tínum vinfólki.

Báðir partar hava ofta torført við at skilja hvønn annan hesa tíðina. Tit tosa ikki sama mál nærmast. Men, sjálvt um tú skrivar at tað nyttar einki at tosa við tíni foreldur, so eru tað allíkavæl tit, sum mugu gera eina roynd at semjast, ella koma til eina niðurstøðu, sum báðir partar kunnu liva við.

Hóast tað er ringt at tosa saman um hetta, so er tað besta um tit fáa tað gjørt. Tað skal helst verða á ein hátt, har tit ikki fara at skeldast. Eg veit ikki hvussu tit samskifta heima hjá tykkum. Tútit mugu finna eina løtu, tá ið tað er friður og øll eru rólig. Tí um tað er soleiðis at tú spyrt sama kvøld, sumtú ætlar tær út, so verða nokk fleiri ósemjur og skeldarí, enn um tú spyrt aðrar tíðir, t.d. tá tit hava góðar løtur saman.

Tí vildi eg hildið, at tað hevði verið best fyri báðar parta, at tit fingu tykkum eitt prát um hvat tit, báðir partar kunnu liva við. Meira breitt, hvat kundi tú hugsað tær, hvat heldur tú er rímiligt og hvat halda foreldrini, og hvat kunnu tit gera fyri at tey kunnu lýta betur á teg. Eitt er, at tú heldur tær avtalur tit gera, men tað eru eisini onnur ting tú kanst gera, t.d ringja, og siga hvar tú ert, hvat tú gert og hvørjum tú ert saman við.

Eingin familja er eins, tí mást tú royna at finna tað sum riggar best heima hjá tykkum.

Vinirnir eru rættuliga umráðandi í tínum aldri, men tað er eisini umráðandi fyri tín trivnað, at tú hevur tað gott saman við tínum foreldrum og systkinum.

Góða eydnu við tí heila!
heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin