Hey Mich.
1) Av tí at tú ert 14 ár, so kunnu vit ikki ordiliga brúka BMI, tí tað eru tøl ella útrokningar sum eru gjørd í forhold til ein vaksnamanna kropp. Tá børn standa í vøkstri er tað ikki ordiliga tað sama. Men um vit skulu hyggja at BMI, so siga læknarnir at tað skal liggja í millum 20 og 25. So eftir tí skalt tú so avgjørt ikki tapa teg. Eg haldi eisini tað ljóðar passaligt at vera sum tú ert.
2) Tað sum tú upplivir nú er eitt heilt natúrligt forelskilsi. Tað er ringt, tí man verður bæði mega glaður og mega keddur og dapur! Av tí at hann fer niður nú í eitt heilt ár, so vil eg ikki ráðleggja tær at royna nakað, men heldur hugsa sum so, at tað nokk er ok, tí so fært tú kanska ein møguleika at koma yvir hann. Tað verður heilt sikkurt ringt í fyrstani ikki at síggja hann, men nú summarfrítíð er, fært tú heilt vist okkurt annað stuttligt at hugsa um.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin