mhh333

Spurningur: Hey! Eg havi ein spurning, sum eg vóni tit kunnu hjálpa mær við. Eg havi verið forelskað í einum drongi, sum eg havi kent alt mítt lív, nú skjótt í eitt hálvt ár. Vit hava altíð verið góðir vinir, men knappiliga sá eg bara nakað í honum sum eg ikki havi sæð fyrr.. eg veit ikki um hann eisini dámar meg. Men vit tosa super gott saman, og hava tað gott saman, men nú eri eg eitt sindur flov tá ið eg tosi við hann. Hann er 1 mánaða yngri enn eg. Men til spurningin : Hvussu  kann eg siga honum hvat eg føli, og er tað rætt at fara saman við einum av tí besta vinnmanninum eg eigi? – Takk :-)

Góða forelskaða genta!
Tín støða er so sera vanlig, men kortini so trupul fyri tey flestu: hvat skalt tú gera tá ið tú verður forelska í tinum vini? Skalt tú siga tað? hvat nú, um hon ella hann ikki hevur tað uppá sama máta við tær? Hvat nú, um tit blíva par og tað verður liðugt? Hvat nú, um tit ongantíð fáa sama vinarlag aftur? Ella hvat nú, um tú heilt missir hann ella hana sum vin? Eg fái ikki sagt tær, hvat er rættast hjá tær at gera viðvíkjandi tínum kenslum fyri vinmanninum. Og tað er heldur ikki ein spurningur um rætt og skeivt. Tú ert forelskað, og tað snýr seg um hjá tær, at tú ert erlig mótvegis tær sjálvari og góðtekur tínar kenlsur og tað, tær kunnu føra við sær. Kenn eftir innast inni, hvat vilt tú við honum? Hvat hevur tú hug til? Hvussu týdningarmikil er hesin drongurin í tínum lívi? Klárar tú at vera vinir við hann, hóast tú ert forelskað? Uttan mun til hvat, so er lættast bara at vera erlig. Um tú vilt vita, um hann eisini hevur kenslur fyri tær, so sig sum er: At tú fært ikki ordiliga slappað av, tá ið tit eru saman, tí tú í longri tíð hevur havt kenslur fyri honum, og at tú veit ikki ordiliga, hvussu tað fer at ávirka tykkara vinarlag. Lat so restina vera upp til hann. Kanska er drongurin forelskaður í tær, kanska er hann ikki. Tak tað, sum tað kemur og royn ikki at ørkymla teg óneyðugt um alt møguligt, sum enn ikki er hent. Tú ert ung og forelskað – njót tað. Og sig við drongin, at tú fegin vilt varveita hann sum vin. Finn fram eitt pappír og tekna eina langa striku mitt fyri. Øðrumegin skrivar tú fyrimunirnar við at siga vinmanninum, hvat tú følir og hinumegin skrivar tú vansarrnar við at siga tað. Tak tær góða tíð at skriva listan og les hann síðan fleiri ferðir ígjøgnum. Listin kann hjálpa tær at rudda upp í tínum tonkum og fáa betur skil á tínum kenslum. Og eisini hjálpa tær til, at gera tað, ið er best fyri teg.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin