Merkilig og irriterandi vinkona

Spurningur: Hey (: Eg kom til at kenna eina gentu fyri nøkrum mánaðum síðani. Hon ringir nokkso ofta til mín og eg haldi at tað er so irriterandi! Hon er simpulten so merkilig og eg føli meg so flóvan, um eg nú eri í býnum við mínum vinkonum og hon kemur yvir at siga hey. Eg tími ikki at siga við hana, at eg ikki vil vera hennara vinkona meira, tí tað haldi eg vera synd! :( Hvat skal eg gera? :

Góða ‘Merkilig og irriterandi vinkona’.

Eg skilji væl at hetta er ein trupul støða fyri teg. Tú kennir eina gentu, sum vil fylgjast við tær, men sum tú ikki tímir at vera vinkona við. Eg skilji eisini væl, at tú hevur ringt við at siga tað við hana. Men eg rokni við, at hendan gentan fyrr ella seinni fer at merkja, at tú ikki tímir at vera saman við henni. Tí er tað kanska líka frægt, um tú á ein penan hátt fær sagt hetta við hana, til dømis at tú følir at tit ikki hava nakað til felags, ella at tit ikki passa so gott saman. Og tað er betri at tosa við hana um tað, enn einki at siga við hana. Tí so veit hon kanska ikki hvat tað er sum er galið, og hví tú ikki tímir at fylgjast við henni.
Eg veit gott, at tað kann vera trupult at vera erlig í eini slíkari støðu. Tað kann eisini gott vera, at hendan gentan fer at gerast kedd, tá og um tú sigur við hana, at tú ikki ynskir at vera vinkona við hana. Men hon hevði óivað eisini verið kedd, um hon ikki visti ella ikki skilti hví tú ikki tímir at fylgjast við henni. So royn at tosa við hana.
Góða eydnu!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin