****** (Mega forelskað)

Spurningur: Eg eri mega forelskað í einum drongi, og onkuntíð havi eg bara hug til at fara upp til hann og mussa hann!! Hvat skal eg gera?

Deiligt at hoyra at tú ert mega forelskað. Eg kann livandi ímynda mær allar summarfuglanar tú hevur í búkinum.
Men hvat tú skal gera er ikki so heilt lætt at svara uppá. Veitst tú um drongurin er forelskaður í tær? Ganga tit í sama flokki? Um so er, kanst tú byrja við at royna at tosa við hann um onkur felags áhugamál í skúlanum ella í frítíðini.
Ger tað sum tú følir er rætt. Tað er ikki altíð so lætt, og tað kann taka sína tíð. Men góða eydnu við kjerligheitini!

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin