Mega Forelskað

Spurningur: Eg eri forelskað í einum drongi í flokkinum. Vit fáa onkuntíð eygnakontakt, men eg skundi mær at hyggja vekk. Er tað skeivt at gera? Nú hugsi eg um, at hann kanska heldur at mær ikki dámar hann?Hann virkar kanska eitt sindur interesseraður, hvussu kann eg vita um hann er tað? Eri bangin fyri at nakrar aðrar gentur eru interesseraðar í honum. Tá hann ger okkurt býttstuttligt flenna tær altíð og ein dagin segði lærarin at tey kroystu seg at flenna. Men eg eri ikki vinkona við tey, men vit ganga í sama flokki, so heldur tú tað er skeivt at koma saman við honum, ella? Um eg nú ætli mær at ganga saman við honum, hvussu skal eg so spyrja? Eru rættiliga smæðin. Heilsan Tann forelskaða

Góða forelskaða genta.
Tað er týðiligt, at tær dámar væl handan drongin, og tað er einki galið við tí, at tit koma saman, fyri tí um tit ganga í flokki saman.
Tað kann vera, at hann ikki veit, at tær dámar hann, tá tú ert skjót at hyggja burtur, tá tit fáa eygnakontakt. Men tað kann eisini vera, at hann sær tað á tær, at tú ert smæðin, tað er ringt at siga út frá hesum brævinum. Men kanska skuldi tú roynt, at smílst til hansara, áðrenn tú hyggur burtur næstu ferð. So skilur hann nokk betur hvat tú meinar.
Tað besta er at royna seg eitt sindur fram. Um tú vilt ganga saman við honum, so kanst tú byrja við at tosa við hann í skúlanum. Gongur tað væl, so kanst tú spyrja, um hann tímir at gera okkurt saman aftaná skúlatíð. Tað nýtist ikki at vera bara tit bæði, tú kanst byrja við at biðja hann og fleiri, koma at gera okkurt saman. Á tann hátt fert tú nokk at finna útav, um hann er interesseraður í tær. Tá tú heldur teg vita tað, so fert tú nokk at finna røttu løtuna at spyrja, um hann tímir at ganga saman.
Vónandi hjálpir hetta eitt sindur. Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin