Mangul uppá uppmerksomheit

Spurningur: Hvussu kann tað ávirka ein persón, tá ið man hevur mangul uppá uppmerksomheit. Haldi sjálv eg mangli tað men tími ikki at siga nakað hvis eg ikki eri sikkur. Eg gráti alla tíðina… Hjálp mær.

Takk fyri tít bræv. Manglandi uppmerksomheit kann vísa seg uppá fleiri mátar. Millum annað við at man ger seg sjónligan, vil síggjast og hoyrast har man er. Ella at man er keddur, følir at eingin leggur í ein ella følir seg einki verdan, tað vil siga at man hevur manglandi sjálvsvirði.
Tú skrivar at tú grætur alla tíðina. Tað kann eisini vera av væntandi upmerksomheit at tú følir teg keddan, tí tað er einki stuttligt at verða tann, sum eingin leggur merki til. Men ístaðin fyri at vera tann sum grætur, kundi tú roynt at sagt frá hvat tað er tú hevur tørv á, og fara beinleiðis til tann sum tú vilt tosa við ella vil vera saman við. Royn at gera teg sjónligari uppá ein jaligan máta. Tað er kanska ikki so lætt í fyrstani, men royn tað og vita um tað ikki verður eitt sindur lættari at verða tú.
Skriva endiliga aftur ella ring til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111.

Góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin.