“Mamman”

Spurningur: Hey eg eri ein 12 ára gomul genta og eg havi ein sjeik sum er 24 ár og vit hava verið í song saman. Eg segði tað við mína bestu vinkonu, og nú hevur hon sagt tað við øll, og so koma tað alla tíðina fólk yvir til mín og siga at eg eri ein hora og sovorið. Men eg havi tað altíð so gott, tá ið eg eri saman við honum, so eg haldi ikki tað er skeivt. Hvat heldur tú? PS: eg eri “gravid” og segði tað við “hann”, hann segði at hann nokk skuldi vera hjá mær líka mikið hvat. Heldur tú hann meinar tað?

Halló ” Mamman “!
Tú ert 12 ár, ert “gravid” og hevur ein sjeik, ið er 24 ár. Ikki ein heilt vanlig støða hjá einari 12 ára gamlari gentu.

Tú spyrt, um tað er skeivt at fara í song við sjeikinum, tá ið tað kennist so gott fyri teg? Tað er nokk ymiskt, hvat fólk halda um tað, men í øllum førum so er tað ólógligt! Eftir lógini skal man vera fyltur 15 ár, áðrenn man kann fara í song saman.

Eg veit ikki nóg mikið um sjeikin til at siga, um hann meinar tað, tá ið hann sigur, at hann vil vera saman við tær, óansæð, hvat ið hendir. Men um tú ivast í hvar tú hevur hann, so spyr hann hvat hann meinti við, og tosa við hann um hesi tingini.

Annars haldi eg tað er umráðandi at tú tosar við tíni foreldur, serliga um tað at tú ert við barn!
Tú ert eisini vælkomin at venda tær aftur til ráðgevingina.

Góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin