Mær dámar ikki meg sjálva.

Spurningur: Nokkso leingi havi eg lítið eti, eg føli at eg ikki havi rætt til at eta, tí eg ikki eri naka sera fitt menniskja, eg haldi meg vekk frá øllum so eg ikki skal gera nøkum ónáði, eg haldi tað er best at vera einsamøll tí eg eri onki

Góða tú, ið ikki dámar teg sjálva!
Tá eg lesi títt bræv, hugsi eg, hvat er hent í tínum lívi, sum ger, at tú heldur so lítið gott um teg sjálva. Tú biður ikki um nøkur ráð ella hevur nakran spurning, men tú setur orð á, hvussu tú hevur tað. Støðan hjá tær sær út til at versna, tí tú etur minni og isolerar teg, orsakað av ringum tankum um teg sjálva. Sjálvt um tú ikki beinleiðis biður um ráð, vil eg mæla tær til at tosa við heilsufrøðingin í skúlanum, um tú gongur í skúla, ella onkran annan vaksnan, sum tær dámar væl at tosa við. Um tú ikki hevur nakran, ið tú vilt tosa við, kanst tú altíð kjatta við okkum ráðgevar, ið sita við kjattin og telefonina mána- og hósdagar kl 14-22. Tá kanst tú vera dulnevnd og fáa hjálp at finna út av, hvussu tú kanst fáa tað betri og hvønn tú kanst fáa at hjálpa tær.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin