Love?

Spurningur: Hey! eehm, eg havi ein trupulleika. Eg veit at ein drongur er forelskaður í mær. Hann gongur í 9inda og eg í 8inda í sama skúla. Hann hevur verið eftir mær síðan eg gekk í 6 flokk. og TAÐ er irriterandi, men tað er blivið frægari nú í skúlanum. Vit ganga bæði eisini í sama samkomu, og vit eru altíð í sunnudagsskúla fyri teimum eldri, og hann er har altíð, og hann hyggur KONSTANT eftir mær?! Ein genta sá tað eisini at hann hugdi eftir mær og tað leggi eg onki í, tí eg tosi bara við hana um tað. men hann er staaaadigvekk eftir mær! Eg havi sagt at eg ikki dámi hann, men hann blívur við!! Fyrr skuldi hann altíð klemma meg, men eg rann undan honum, tí tá hann klemmaði meg, koyrdi hann undirpartin aftur og fram, sum um hann vildi í song við mær! Pleeeease hjálp mær! Eg tími ikki meira!

Hey love?  
Takk fyri títt bræv! Tú ert ófør, at tú vilt gera nakað við hendan trupulleikan. Eg skal royna at svara tær. Eg skilji væl, at tú kennir teg kroysta og ikki veitst, hvat tú skalt gera.
Sum eg skilji teg, so hevur tað verið í soleiðis 2 – 3 ár. Tað er long tíð og tað er ikki stuttligt, tá tínar kenslur ikki eru tær somu fyri honum.
Tú verður helst noydd at seta teg niður saman við honum og fortelja honum, hvussu ringt, ið tú hevur tað við, at hann altíð hyggur eftir tær og vil klemma teg.
Ein møguleiki er, at tú finnur eina góða løtu, eitt trygt stað og sigur við hann, at hann noyðist at góðtaka, at tú ikki hevur somu kenslur fyri honum, sum hann hevur fyri tær, men at tit kanska kundu verði vinir, um tit bæði vilja tað. Um tú ikki vilt tað, er tað eisini í lagi.
Tað er ringt at gera, men tú fært tað heilt víst betur, tá tú veitst, at tú ert trúgv ímóti tær sjálvari og tosar við hann beinleiðis. Um tað ikki hjálpir, verður kanska neyðugt hjá tær at biðja onkran annan hjálpa tær at tosa við hann. Hann verður noyddur at virða, at eitt nei er eitt nei. Tú sigur einki um, at hann hevur trupulleikar í mun til at virða onnur enn teg. Tað eru ikki øll, ið skilja, tá onnur siga nei, og um hann er ein av teimum, hevur hann brúk fyri hjálp. Tí er tað undir øllum umstøðum umráðandi, at tú steðgar honum skjótast til ber. Tú kanst eisini kjatta við okkum, um tú hevur brúk fyri tí!

Góða eydnu!
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin