Kynssjúka

Spurningur: Dulnevni Kynssjúka, Aldur 14 ár Eg eri bangin um at eg havi herpes. Eg havi sovornir prikkar á pissilinginum, og eg veit ikki um tað er normalt, ella um tað er herpes. Men tað skaðar ikki í ella nakað, tað pínur eiheldur. Dulnevni Kynssjúka, Aldur 14 ár   Góðu svari mær skjótast gjørligt? Eg eri so harrans bangin fyri at eg havi herpes, men eg tori ikki at fara til læknan. Eg havi sovornir prikkar, ikki bumsar, men nógvir prikkar á pissilinginum, og tað líkjist akkurát einari mynd av einum dreingi sum hevur herpes. Men tað skraðar ikki ella nakað, tað pínur eiheldur. Men eg veit ikki, eri so bangin.

Hey tú, ið ert bangin fyri at hava fingið herpes!
Tú hevur sent okkum tvey brøv, og tey bæði leggja vit út saman við einum svari. Fyrst skal eg greiða tær stutt frá herpes genitalis, sum fyrst og fremst verður smittað við kynsligari samveru. Fyrsta útbrotið byrjar 4-7 dagar eftir, at ein er smittaður. Nógv fáa eingi ella heilt veik tekin, meðan onnur kunnu fáa klár eyðkennir sum fepur, vødda- og høvuðpínu, saman við brennandi og svíðandi pínu á kynslutunum og endatarmsopnuni. Bløðrur, sum møguliga koma, gerast til sár og hvørva eftir 2-3 vikum. Tað ber ikki til at verða lektur fyri herpes, tí virus verður framhaldandi í kroppinum. Eftirsum tú ert so bangin og ikki torir at fara til lækna, vil eg mæla tær til at kjatta við okkum komandi hósdag kl 14-22, tí tú sigur ikki nóg mikið um tína støðu. T.d. um tú hevur havt kynsligt samband við nakran o.a sum kann hjálpa okkum at geva tær eina góða ráðgeving. Inntil tá, kanst tú lesa um herpes genitalis á t.d. www.netdoktor.dk Um tú ikki torir at tosa við heilsufrøðingin í skúlanum, kanst tú royna teirra ráðgeving á www.gigni.fo, har tú kanst senda teimum eitt anonyman fyrispurning við teldubrævi og so svarar ein heilsufrøðingur tínum spurningi. Men sum sagt, so ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær aftur til okkara, um tú hevur tørv á tí.

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin