Kynsligan ágang

Spurningur: Hey. Eg eri eitt sindur ivasom í nokkso nógvum, og vóni tit fáa svara tí. Men tá eg var lítið var eg úti fyri ræðuligum hendingum, ið annar maður gjørdi ímóti mær. Eg havi eitt øgiliga svingandi humor og tori ikki at siga við mínar floksfelagar hví. Eg kann gott fara frá at vera mega glað, til at gerast kedd. Øll mín familja hevur eisini lagt merkis til tað, men havi bara ikki hug at tosa um tað. Eg gangi annað árið á Glasi, og tað gongur væl. Eg fáa góðar karakterir so at siga bara 12 og 10 tøl, og tí halda øll, at tað gongur super væl. Men eg havi slett ikki gott, eg tími ikki upp úr songini um morgunin í skúla, men geri tað allíkavæl. Tað er tó dagar, at eg hvørki havi eta ella nakað, tí havi havt so nógv vaml, men føli ikki eg havi nakran eg kann tosa við tað um, tá eg ikki vil tosa við mammu og babba og heldur ikki vinfólk? Eg føli uppá onkran máta eg mangli ein persón, ið eg kann venda mær til, men veit ikki hvønn. Tað eru so nógvar hendingar farnar fram, ikki bara ein ella 2 men fleir falda, og nógvar av teimum eru so ógvusligar, at eg trúgvi ikki nakar fer at trúgva tí? Hvat kann eg sjálv gera, fyri at tíma tað gamla betur, og eisini fáa eina framtíð? Eg orki ikki at ganga runt og bera byrðuna sjálv longur, men eg klári bara soo illa at stóla uppá fólk, aftaná alt-sjálvt mína egnu familju:( Tað er eisini fleiri, ið vilja gjara hava eg skal ganga í býnum. Men eg tori simpulten ikki. Fólk blíva so nærgangandi, og tað dámar mær heldur ikki. Fái ring flash back av tí. Eg havi eisini veri øguliga pláva í seinastuni við svøn truppulleikum, tí eg byrji at hugsa, tá alt gerst myrkt. Hava tit nøkur góð ráð til mín??

Góða Tú

Fyrst av øllum vilja vit takka fyri títt bræv. Tú greiður frá sera nógvum ymisku, og her er umráðandi at fáa tosa um hesi viðurskifti. Vit síggja at tú ikki hevur tað lætt. Tað er sera umráðandi at fáa sett orð á sínar kenslur og at hava onkran at tosa við, sum ein kann hava álit á og fáa góða vegleiðing frá.
Vit vilja ráða tær til at ringja til okkum á 116 111 og tosa við ein ráðgeva. Hetta er heilt anonymt og tú fært møguleikan at tosa við ein persón við fakligari vitan.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin