Kroppin

Spurningur: Hey tit. Okay, mítt problem er um mín kropp..Eg eri mega kedd um at eg eri alt for tunn.. Also, nógv hava sagt við meg: shit tú ert tunn og so framvegis. Eg haldi sjálv eisini eg eri for tunn… Eg eri byrja at eta nógv meira ósunna mat, fyri at taka uppá, men eg vil barasta ikki taka uppá. Eg eri 1.70 cm og vigi 48 kilo. Mín kropsbygning er eisini spinkul, men eg veit ikki . Eg havi ofta sagt við teimum, at tað er irriterandi at tey siga tað við meg, men alíkavæl verði eg kedd. Hvat skal eg gera?

Hey og takk fyri brævið!
Eg haldi tað vera flott, at tú fortelur hinum, at tú verður kedd, tá tey siga, at tú ert ov kløn. Men tey meina neyvan nakað ringt við tað, og tey kundu kanska ynskt sær at síggja út sum tú. Fyrst og fremst haldi eg, at tú skalt royna at vera nøgd við tín kropp. Tú hevur tað,  tað sum nógvar gentur og kvinnur droyma um. Tú kanst læra teg at góðtaka tín kropp sum hann er. Annars kanst tú lata teg í soleiðis, at tú ikki sært so kløn út. Tað eru fleiri bøkur skrivaðar um, hvussu tú kanst lata teg í, alt eftir hvat kropsskap tú hevur. Tvær enskar kvinnur, sum hava eina sjónvarpsrøð á danskari sjónvarpsstøð eru Trinny og Susannah, hava skrivað eina góða bók um hetta  evnið, við nógvum dømum og myndum. Hon eitur Body Shape Bible, er á donskum og er útgivin av forlagnum Borgen. Tað eru eisini fólk í Føroyum, ið eru útbúgvin innanfyri ráðgeving um klæðir.  

Tú kanst eisini gera nakað fyri at taka uppá. Men tað loysir seg ikki at eta ósunt, tí tað ikki er gott fyri heilsuna og tí at tú ikki verður pent tjúkri av tí. Tú tekur uppá av at eta nógv sukur, feitt og salt. Tað, sum tú kanst gera er: Tú skalt eta sunt, men hava fleiri kaloriur, enn onnur. Et 3 høvuðsmáltíðir og 3 lítlar millummáltíðir um dagin. Lat vera við at loypa máltíðir um. Et grovt breyð, havragrýn ella havragreyt og grovt knekkbreyð. Tú skalt hava feitt, men feittið skal vera flótandi t.d. olja. Tú kanst steikja døgurðan í rapsolju ella olivenolju, tú kanst koyra oljudressing á salat og grønmeti. Tú kanst tilseta hørfrøolju í jogurt. Et feitan fisk sum t.d. makrel, laks og sild. Et soltið kjøt td. høsnarunga og kalkun. Et fisk og kjøt uppá breyð. Et nøtir og mandlur og avocado, sum innihalda sunt feitt.  

Tú kanst eisini venja kroppin, so at tú fært størri vøddar og ein flottari kropp. Ger styrkivenjingar fyri allan kroppin. Tú kanst fara at ganga til fitness og spyrja ein venjara har um ráð, hvussu tú skalt venja tin kropp. Annars kanst tú fara inn á www.iform.dk. Har eru nógv at lesa um at liva sunt, um kost og venjingar.

Góða eydnu! Tú & Eg Ráðgevingin