Kløn??

Spurningur: Heeyy!! Eg eri ein 14 ára gomul genta og vil vita um eg eri ov kløn!!!! Eg vigi 43 kg, og eri 158 cm “lág”. Eri eg ov klønfeit?? Havi mega brúk fyri hjálp!! Pliiiiis svara SKJÓTT!!!!

Hey, tú sum ivast í um tú ert ov kløn.
Tað er altíð ringt at siga, um fólk eru kløn ella tjúkk bara út frá einum brævi, tí kropsbygningur og ymist annað hevur nógv at siga í tí. Men eg kann avgjørt siga at tú ikki ert ov feit. Um vit rokna títt BMI tal, so verður tað 17,2. Tað er ov lágt fyri eitt vaksið fólk, men av tí at tú bara ert 14 ár so er tað ikki heilt eftirfarandi.
Um tú vilt hava eitt betri svar, so kanst tú spyrja eina heilsusystir ella ein lækna, tí tey hava vakstrarkurvar at ganga eftir, har hædd er tikin fyri aldrinum hjá barninum. Og so hava tey ein annan fyrimun fram um okkum: tey kunnu síggja teg, og siga hvat tey halda um tína vekt.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin