Halló “ Klokkusnar “!
Tað kennist ótrúliga gott at hava góðar vinir. Men tað kennist eisini ótrúliga torført, tá ið tann besti vinurin vendir áhugan burtur frá einum. Tá verður man sera bangin fyri at missa vinin. Men tað nýtist man ikki.
Tú hevur eina allarbestu vinkonu, ið tú nú ert rødd fyri at missa, tí at hon er byrja at kenna eina aðra gentu. Tað skilji eg væl, tí tú veitst ikki, hvat tað kann føra til og hugsar kanska um hví hon hevur tørv á at koma at kenna hina gentuna, tá ið hon hevur teg?
Fyrst og fremst, er tað nokk ikki tí at tað er nakað galið við tær. Vit møta øll nógvum fólki, ið vit práta væl við og sum vit so hava hug til at koma at kenna nærri. Tað er møguliga tað, ið er hent fyri tína vinkonu. Men fyri tað, at hon kemur at kenna nýggj fólk og fær nýggjar vinir, nýtist tað ikki at merkja, at hon fer at halda uppat við at vera tín allarbesta vinkona. Tað ber til at hava fleiri vinir og tað er stuttligt at hava fleiri vinir.
Hevur tú annars sagt vinkonuni, hvussu tú hevur tað? Kanska veit hon ikki, at tú verður kedd, tá ið hon tosar nógv við tað nýggju vinkonuna. Tit kunnu fáa tykkum eitt prát, har tú greiðir henni frá, at tú ert kedd. Men minst til at geva tínari vinkonu pláss til eisini at kenna onnur og vera saman við øðrum. Um tú verður sjalu og byrjar at blíva súr og roynir at forða henni í at vera saman við øðrum, hendir ofta tað, at ein so nemliga missir tann, ið ein er bangin fyri at missa.
Um hetta ikki hjálpir kanst tú altíð skriva inn til okkum aftur.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin