Spurningur: Hey :) eg eri akr byrja í einum efturskúla. Og 5 dagar aftaná eg var byrja, byrjaði eg at dáma ein drong eitt sindur. men tonki bara, nei hann kann ikki dáma meg eisni. men so knappliga byrjaðu vit at fjasast sindur og hann segði at hann helt eg var ræðuliga fitt og alt hetta her. men so tá weekendin var liðug, kom ein genta sum er systurin hjá x damuni hjá hesum dronginum (tey eru mega góðir vinir). men ja hon kom aftur. og so síðan tað bleyv hon súr inná meg tí eg og hann vóru væl. So bleyv alt bara keðiligt. eg græt í fleiri tímar. so segði hon við meg: tu kann ikki stóla uppá hann. hann brukar teg bara fyri at gera meg sjalu. so belyv eg meira kedd. so segði ein vinkona hjá mær at eg skuldi tosa við hann. so tók eg hann ut at tosa við hann. so segði eg honum alt sum hendan her gentan hevði sakt um hann. so bleyv hann keddur og súrur inná hana. so segði hann at eg kundi gott stóla uppá hann og at hann ikki bara brukti meg fyri at gera hana sjalu. men at hann virkuliga dámdi meg. so segði eg ok? so mussaði hann meg á munnin og segði : var hatta bevís nokk. So segði eg ja og bleiv nakað so forbiði glað, men so dagin aftaná ignoreraði hann meg allatíðunar. So fór eg aftur at gráta tí eg hevði mega nógvar følilsir fyri honum. So sat eg bara uftanfyri einsamøll í ein tíma. So kom hann yvur til min og segði at hann skyldaði mær eina forkláring yvur hví tað ikki gongur meira. tí at ein av hannsara vinmonnun doyði fyri 4 døgum síðani, og hann visti ikki orduliga hvat hann vildi. So segði eg bara okey og fór i kamarið og græt av hundanum til og át onki. Var bara inni i kamarinum og hugdi út gjøgnum vindeyga. So fór eg líka út at roykja nakrir tímar aftaná. So hoyrdi eg at hann og handan vinkonan hja honum sótu í hennara kamarið. So bleiv eg mega kedd og segði tað við eina av mínum vinkonum. So rann hon niðan i kamarið og skeldaði hann osv. So kom hann ut aftur og segði hann skuldi tosa við meg. So hesuferð segði hann at eg skuldi ikki gráta yvur hann, tí hann ikki var tað verdur, og at hann vildi gera alt fyri at síggja meg smílast aftur. So segði eg bara ja tað er for seint at siga nú. So segði hann at hann hevði tað bara ikki so gott, og hann vildi ikki at nakað skuldi verða millum okkum, tí viss hann skuldi hava damu, so skuldi hann elska hana 100% og ikki 50. Tí hann fekk ikki haft nakað koyrandi við meg tí hann var so keddur og so fór tað at ganga útyvur meg. So helt hann um meg og segði knappliga; nú tá eg standi her og haldi um teg, so føli eg orduliga okkurt fyri tær. So segði eg jaja og gekk avstað og so græt eg aftur.. so var eg bara kedd alt kvøldið. og so tá vit skuldu i song so skrivaði mín vinkona til hann at eg var mega kedd av honum, og at hann bara spældi við mínar følilsir. So skrivaði hann at hann so bestemt ikki spældi við mínar følilsir og at hann aldrin hevði kunna funnið uppá tað. So skr hann eisni sindur seinni at viss hann kundu skrúða tíðuna aftur ella stoppa tíðuna, so hevði hann gjørt tað, tí hann ánaði ikki at tað fór at vera so ringt at missa meg. So skr hon okkurt aftur. So skr hann at hann hevur ikki droppa meg, hann hevur bara biði um eitt sindur meira av tíð til at fáa alt uppá pláss í hansara høvdið, og at hann virkuliga dámdi meg osv. So fór eg í song. So nú í dag tosa vit ikki saman. Vit hyggja ikki eftur hvørjum ørðum. Vit sita inni í roykji-skurinum asso øll møgulig. Vit bæði sita við høvdinum niðri. Vit ganga eisino í sama flokki, og vit bæði eru líka kedd I)? Veit ikki hvat eg skal gera, tí eg eri so góð við hann at tað er svakt I)I)I)! vil ikki missa hann..