Keðiligt

Spurningur: Heey! Eg haldi eg eri rættiliga breið (um miðjuna). Tað er mega irriterandi, tí eg passi ikki nógvar buksur o.s.fr. Er tað nakað man kann gera fyri at minka um “formarnar”.

Sum tað ljóðar á tínum brævi, so ert tú ónøgd við tín kropp. Øll hava vit ymiskar formar og eingin passar í øll klæðir. Tí kanst tú royna at finna eitt snið sum passar tær og tínum kroppi. Eitt sum kanska eisini hevði verið ein møguleiki, er at venja vøddarnar í kroppinum, á tann hátt kann formurin kanska broytast. Tað kundi tú spurt um í einum fitness-centri, tey vita nógv um hvussu vøddarnir best kunnu venjast.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin