kedd:-(

Spurningur: Hey eg eri ein 16 ára gomul genta sum hevur brúk fyri hjálp. Míni foreldur igonera meg. Tey skíta á um eg vaski mær ella ikki. Øll lønin hjá babba fer til drukk so vit fáa næstan einki at eta so hjálp mær:-(

Takk fyri brævið. Tað er gott at tú hevur tikið stig til at skriva inn til okkara. Tað er væl skilligt, at tú ert kedd, tá tú ert í einari slíkari støðu. Øll hava brúk fyri kærleika og góðari umsorgan, og tað er týdningarmikið at tú følir teg virdan av tínum foreldrum.

Tá pápi tín hevur alkoholtrupuleikar, klárar hann ikki, at hugsa um nógv annað enn at drekka, og tað kann skaða alla familjuna. Tú skrivar einki um mammu tína, men tað kann vera, at mamma tín einki maktar, tá pápi tín drekkur alla lønina upp, og ikki nógvir pengar eru eftir til mat o.s.fr.

Hevur tú roynt at tosa við mammu tína, og kanka eisini pápa tín, um hvussu tú hevur tað, og at tú følir at tú verður ignorerað av teimum. Um tú hevur roynt at tosa við tíni foreldur, og einki hevur hjálpt, skalt tú fara til onkran vaksnan, sum tú kanst tosa við. Tað er týdningarmikið at tú ikki gongur einsamøll við hesum trupuleika. Tú kanst eisini ringja til Bláakross á tlf 315575. Tú nýtist ikki siga hvussu tú eitur, um tú ringir til teirra. Tey veita hjálp til alkoholikarar og avvarandi, og kunnnu tosa við teg um tína støðu. Tú ert eisini vælkomin at ringa til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin