JHR

Spurningur: Babba leggur a meg Eg veit at hann ger ta ik vi vilja! Men ta er aldurin hjá honum 63 hann sjilur meg ik.

Tað er sera gott, at tú skrivar til okkum, tí tú skalt hava hjálp skjótt.
Tú skrivar: babba leggur á meg – eg veit, at hann ger tað ikki vil vilja – men at aldurin já honum er 63 – hann skilir meg ikki.
Tú skalt vita, at pápi tín hevur als ikki loyvi til at leggja á teg – líkamikið um hann ger tað við vilja ella ikki.
Tú skrivar so lítið um tínar trupulleikar, helst er tað sera ringt at tosa um, men tað er neyðugt, at tú fært tosð við onkran vaksnan persón, onkran sum tú hevur álit á. Fortel teimum, hvussu tú hevur tað. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkaraá 116 111 so fáa vit kanska betur hjálpt tær.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin