ja…

Spurningur: Hey Barnabati. Eg eri ein genta, og eri komin til eitt punkt har ið tann ljósa síðan av lívinum er sera torfør at síggja.. Eg havi øgiliga lágt sjálvsálit, og tað ávirkar meg sera, sera, sera nógv.. Eg føli meg ógvuliga einsamalla.. eg havi “vinir” ella, eg veit ikki hvat eg skal kalla “tey”. Ì skúlanum eru vit “vinir” og alt hatta har, men tá ið tað kemur til frítíðina, tíma “vinirnir” ikki eingongd at vera saman við mær. Eg havi spurt “tey” so ofta, men nei.. Soleiðis hevur tað verið í uml. 4 ár, og nú.. ja, havi fingið nokk at at vera einsamøll.. eri so innilukkað.. og føli at eg havi brúk fyri vinum.. Eg vóni at tit kunnu hjálpa mær, uppá onkran hátt.

Góda genta!
Takk fyri brævid! Tad er ringt at vera í tíni stødu, í tínum aldri og ikki hava nakran, id tú kanst kalla tín vin. Tad hevur verid soleidis í 4 ár, og um tad ikki skal blíva vid, verdur tú noydd at fáa hjálp frá onkrum, sum kann fáa teg at tora at blíva meira opin, soleidis at tú eisini fert at fáa tad lættari vid at fáa samband vid onnur. At fáa og hava vinir kann vera krevjandi, tí vinarløg skulu røkjast. Tad kann vera torført at koma úr einum gomlum vana og gomlum tankum um seg sjálvan og hini, men tad ber til. Kanska ber til hjá tær at koma í samband vid onnur ung á internetinum ella adrastadni. Møguliga er vert at royna okkurt frítídarítriv, nú rættiliga nógv tiltøk fyri ung fara at verda komandi mánadirnar. Tad kann vera ringt at greida ødrum frá, at ein er einsamallur, men royn at gera tad allíkavæl! Heilsufrødingurin í tínum skúla kann helst geva tær onkur gód rád. Eisini kanst tú fara inn á www.gigni.fo har tú kanst senda heilsufrødingum teldubræv
Ein donsk heimasída fyri ung, id kenna seg einsamøll, bjódar eisini kjattrúm vid onnur í somu stødu, og vegleiding. Hon eitur www.ventilen.dk. Tú kanst altíd venda tær aftur til okkara, eisini umvegis telefon ella kjatt.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin